April 10, 2011 Fingu bronsu

Fingu bronsu

Tjaldur leikti fríggjakvøldið síðsta dystin í landskappingini. Undan dystinum var greitt at Tjaldur ikki hevði nakað at spæla fyri, og tískil var tað heldur ikki tað flótandi spælið at síggja. Okkara kvinnur vunnu tó dystin 33-27. Eftir dystin fingu okkara kvinnur handaðar bronsu medaljur. Tjaldur takkar øllum leikarum og venjarum fyri eitt sera gott og […]

Read more
March 27, 2011 Fingu ein javnleik

Fingu ein javnleik

Tað var lagt upp til eina finalu, tá Tjaldur og Stjørnan møttust í Runavík í dag. Tjaldur hevði undan dystinum ryggin móti múrinum, tí sum støðan var, lógu Neistin og Stjørnan betur fyri til at sleppa í finaluna. Tísil var tað sera umráðandi fyri Tjaldur at vinna dystin, so vit kundu hála okkum nærri teimum […]

Read more
March 20, 2011 Vit reisa okkum aftur

Vit reisa okkum aftur

Sunset liðið hjá Tjaldur leikti í dag móti Neistanum í Havn. Hetta gjørdist ein dystur, sum allir gulir leikarar og áskoðarar skjótt vilja gloyma. Einki var sum tað plagar at vera og tískil er heldur ikki nógv at skriva um dystin. Komandi vikuskifti møta vit Stjørnuni. Tjaldur hevur nú ryggin móti múrinum, tí um vit […]

Read more
March 15, 2011 Vunnu StÍF

Vunnu StÍF

Tjaldur leikti í kvøld móti StÍF í høllini í Runavík. Dysturin var ein dystur milllum topp og botn, og tað var ongantíð nakar ivi um hvør fór at vinna dystin. Tjaldur stýrdi dystinum frá byrjan til enda. Onkra løtu var rímuliga tætt, men ongantíð fekk StÍF hála seg ájavnt við Tjaldur. Tjaldur spældi eftir mótstøðuni […]

Read more
March 6, 2011 Vunnu greitt á Kyndli

Vunnu greitt á Kyndli

Í dag var hol sett á fjóra og seinasta part av landskappingini hjá kvinnum. Tjaldur leikti í dag móti Kyndli og vann sannførandi 21-30. Undan dystinum var støðan greið hjá Tjaldur. Um vit skulu sleppa í finaluna, so mugu vit vinna liðini ið eru niðanfyri okkum. Fyri Kyndil, sum liggur í onga manna landi, var […]

Read more
February 20, 2011 Vunnu trygt 23-31

Vunnu trygt 23-31

Tjaldur leikti í dag móti VÍF í Vestmanna. Hetta var fyrsti dystur sum steypavinnari, og vóru okkara kvinnur tískil favorittar at vinna móti VÍF. Frá byrjan spældi Tjaldur við sterkastu manning, men sum dysturin leið og leiðslan gjørdist tryggari og tryggari, valdu Trygvi og Damir at skifta ungu genturnar, sum vanliga ikki spæla so nógv, […]

Read more
February 12, 2011 Steypavinnarar 2011

Steypavinnarar 2011

Tvey lið í finalunum og bæði vunnu. Tað kann vera stutta viðmerkingin til hetta vikuskifti. Sum flestu kunnugt, so var okkara besta kvinnulið í steypafinaluni í gjár og vístu tær veruliga hvørja styrki liðið hevur tá tað kemur til avgerandi dystir. Við framúr góðum verjuspæli og tveimum framúr góðum skjúttum var støðan allatíð undir kontrol, […]

Read more
February 9, 2011 Bussur úr Runavík

Bussur úr Runavík

Leygardagin verður steypafinalan hjá kvinnum leikt í høllini á Hálsi. Tjaldur skal leika móti Stjørnuni, og sum flestu kunnugt, so plaga hesir dystir at gerast sera spennandi og góðir. Fyri at hjálpa okkara kvinnum og seta gulu litirnar úr Runavík í fokus, so æltar Tjaldur at skipa fyri busstúri úr Runavík klokkan 12 og heimaftur […]

Read more
February 2, 2011 Tjaldur vann 62-52, og eru í finaluni

Tjaldur vann 62-52, og eru í finaluni

Í kvøld staðfesti Tjaldur sigurin, við at vinna 31-29. Eitt úrslit sum gjørdi at yvir tvær semifinalur vann Tjaldur samanlagt 62-53. Vit eru tískil í finaluni, sum verður leikt í høllini á Hálsi 12. februar klokkan 13:30. Eitt fantastiskt comeback eftir ein heldur vánaligan dyst í Klaksvík. Nú vóna vit at allir runavíkingar koma til […]

Read more