Tvey lið í finalunum og bæði vunnu. Tað kann vera stutta viðmerkingin til hetta vikuskifti.
Sum flestu kunnugt, so var okkara besta kvinnulið í steypafinaluni í gjár og vístu tær veruliga hvørja styrki liðið hevur tá tað kemur til avgerandi dystir.
Við framúr góðum verjuspæli og tveimum framúr góðum skjúttum var støðan allatíð undir kontrol, og man merkti væl at liðið var uppsett til dystin.
Dagurin byrjaði við at liðið fór á Hotel Hafnia til døgurða, og har vit eisini fingu eitt fundarhøli til at halda taktik fund. Síðan var kósin sett niðan í høllina á Hálsi.
Áskoðararnir vóru væl mannaðir og frá fyrsta bríksli róptu og skrálaðu teir á Tjaldur. Ein fantastiskur stuðul.
Dysturin var tættur og spennandi. Ikki tað fína poleraða spæli, men eitt liðavrik, sum veruliga setti Stjørnuna uppá pláss.
Adina og Simona hava mangan verið okkum góðar, og í gjár var einki undantak. Tær vóru sum ein múrur í verjuni og skutu mál í næstan hvørjum álopi.
Eftir dystin var Simona vald til dagsins leikara hjá Tjaldur.
Tá leikararnir komu til Runavíkar var opið hús í Hæddini har fitt av fólki var møtt upp. Her var smyrjibreyð gjørt klárt.
Sæðun Ó. Hansen, varaborgarstjóri, ynskti kvinnunum tillukku við sera flotta avrikinum og takkaði fyri tað arbeiði sum Tjaldur ger fyri ungdómin í økinum. Síðan fingu allar handað eitt blomstur, umframt at felagið fekk eina bukett.
Kári P. Højgaard, trúgvur áskoðari, segði eisini nøkur orð og takkaði fyri ein sera spennandi dyst.
Alt í alt ein sera góður og minnisríkur dagur.
Tjaldur takkar øllum sum á ymiskan hátt gjørdu dagin ógloymandi.