Tað var lagt upp til eina finalu, tá Tjaldur og Stjørnan møttust í Runavík í dag. Tjaldur hevði undan dystinum ryggin móti múrinum, tí sum støðan var, lógu Neistin og Stjørnan betur fyri til at sleppa í finaluna.
Tísil var tað sera umráðandi fyri Tjaldur at vinna dystin, so vit kundu hála okkum nærri teimum báðum liðunum.
Vit sum hugdu fingu eisini ein undirhaldandi dyst, har liðini fylgdust allan dystin. Dysturin var merktur av sera nógvum feilum, har liðini fer eftir fer mistu bóltin í álopsspælinum. Dysturin endaði sum hann byrjaði, javnur 24-24 (12-12).
Fyrra hálvleik førdi Tjaldur næstan frá byrjan til enda. Onkra løtu vóru tað fýra mál á muni, men hvørjaferð kom Stjørnan inn aftur í dystin.
Í seinna hálvleiki var tað eisini Tjaldur sum førdi stóran part av dystinum. Í síðsta álopinum megnaðu okkara kvinnur tó ikki at fáa bóltin í málið og tískil endaði dysturin við javnleiki 24-24.
Støðan í Sunset deildini er nú hendan.
Neistin hevði 36 stig (1 dyst eftir)
Stjørnan hevði 35 stig (3 dystir eftir)
Tjaldur hevði 33 stig (2 dystir eftir)
Um Tjaldur skal víðari í finaluna, so er neyðugt at Tjaldur vinnur teir báðar dystirnar sum eru eftir og at Stjørnan gevur okkum eina hjálpandi hond, og vinnur á Neistanum.
Dysturin millum Neistan og Stjørnuna er síðsti dystur í landskappingini, so spenningurin verður heilt til tað síðsta.
Koyr á Tjaldur!!!