Nikolay Bliznov høvuðsungdómsvenjari komandi tvey árini! Í fjør kom Nikolay Bliznov til Tjaldur fyri at venja tey ungu í felagnum.Við sínum góða hondbóltskili og dámliga sinni hevur hann megnað at fáa sera nógv burturúr Eitt nú høvdu vit trý lið í steypafinalunum, sum vórðu leiktar í stásiligu høllini við Tjarnir Vit eru sera fegin um at hava […]
1. deild kvinnur
Læruríkt kappingarár Fyri tveimum árum síðani avgjørdu vit í Tjaldur, at vit skuldu hava lið við í 1.deild við kvinnum. Hetta gjørdu vit, tí at vit høvdu árgangir, sum skuldu fáa nýggjar avbjóðingar. Endamálið var, at vit fyrst skuldu fóta okkum fyri síðani at mennast og innan alt ov longi megna at vera við í […]
Tjaldur ábyrgd av landsdysti
Í síðstu viku vóru vit í Tjaldur so heppin av fáa í lut at hava ábyrgd av landsdystinum ímillum Føroyar og Kosovo á Hálsi Vit skuldu skaffa nógv fólk til ymiskt arbeiði í samband við dystin, og eisini tí hepnu uppgávu, at fleiri børn sluppu at leiga leikararnar inn á vøllin Men ja, tíðanverri kundu […]
Høvuðssamskiparar
Karin á Steig og Mórits Heini Mortensen høvuðssamskiparar hjá Hondbóltsfelagnum Tjaldur Tað eru tey bæði Karin og Mórits Heini, sum verða okkara høvuðssamskipara hetta kappingarárið. Mórits Heini er uppvaksin í Runavík, og unnustan, Karin, er úr Sandavági. Tey búgva á Suðurhædd í Runavík saman við soninum, Eliasi. Saman mynda tey høvuðssamskiparatoymið í Hondbóltsfelagunum Tjaldur. Uppgávan […]
Nýggjan høvuðsstuðul
Navigare okkara høvuðsstuðul komandi trý árini Vit hava fingið høvuðsstuðul. Talan er um Navigare Shipping, sum hevur høvuðssæti í Søldarfirði. Avtalan er galdandi fyri komandi trý árini, og tað eru vit sera fegin um. Fyrst og fremst er avtalan við til at geva felagnum fastan grundvøll at arbeiða á. Vit í Tjaldur eru í góðari […]
Søluvogn
NýttNýttNýtt!!! Nú hava vit fingið ein flottan søluvogn Verkhúsið Stíggjur hevur gjørt
Nýggjan nevndarlim
Hondbóltsfelagið Tjaldur hevur fingið ein nýggjan nevndarlim, tað er Kim Steve Gerlach Bergkvist Vit hava havt okkara fyrsta nevndarfund saman við Kim í kvøld. Nevndin er nú fullmannað, eftir at Sverri Justinussen valdi at gevast sum nevndarlimur á aðalfundinum í ár, eftir drúgva tíð sum nevndarlimur Vit takka Sverra fyri tíðina og alt hann hevur […]
Okkara nýggi klædnastuðul!
Tjaldur og Berglon gjørt klædnaavtalu Í vikuni gjørdu Tjaldur og Berglon klædnaavtalu. Avtalan merkir, at komandi trý árini fara vit í Tjaldur at spæla í klæðum av merkinum Hummel, sum Berglon umboðar og veitir. Samstundis er Berglon vorðin stuðul hjá okkum. Á tilmeldingardegnum hjá okkum mikudagin 18. septembur verður møguleiki at royna klæðini og at […]
Hondbóltsfelagið Tjaldur vitjan av landsliðsleikarum
60 Tjaldursleikarar vandu saman við 10 landsliðsleikarum Sunnudagin á eystanstevnuni fingu vit í Tjaldri vitjan av 10 a-landsliðsleikarum. Hesir vandu okkara ungu leikara. Genturnar løgdu fyri klokkan 14, tá Lív og Vár Zachariasen, Maria Nólsoy, Lív Poulsen og Súna Krossteig Hansen stóðu fyri venjingini. Eftir at tað varna var farið av gentunum, drivu tær á […]
Elinborg og Dinna við U16 landsliðnum til Gøteborg
Í døgunum 1.-5. juli er European open leikt í Gøteborg í Svøríki. Annað hvørt ár luttaka dreingir og annað hvørt ár gentur. Í ár eru tað so U16 genturnar, sum luttaka. Og okkara Elinborg Dávadóttir Kunoy og Dinna Feilberg Lamhauge eru úttiknar, og tað eru vit í Tjaldur spent uppá og errin av. 20 lond […]