Tjaldur vann 62-52, og eru í finaluni

untitled-4
Í kvøld staðfesti Tjaldur sigurin, við at vinna 31-29. Eitt úrslit sum gjørdi at yvir tvær semifinalur vann Tjaldur samanlagt 62-53.
Vit eru tískil í finaluni, sum verður leikt í høllini á Hálsi 12. februar klokkan 13:30.
Eitt fantastiskt comeback eftir ein heldur vánaligan dyst í Klaksvík.
Nú vóna vit at allir runavíkingar koma til Havnar at stuðla okkara leikarum, og minnast til at vera í gulum klæðum.
Aftur í kvøld sóu vit hvussu nógv áskoðara fjøldin hevði at siga. Alt gerst lættari við eini stuðlandi, og mælskari áskoðarafjøld.
KOYR Á TJALDUR!!! 🙂
Málini hjá Tjaldur skutu: Adina 10, Simona 9, Annika 5, Beinta 3, Sólfríða 1, Sarah-Ann 1, Ansy 1, Jóhanna 1
Málini hjá Neistanum skutu: Barbara 7, Rakul 5, Bára 4, Louisa 4, Jacklin 3, Nicoletta 3, Birita 2, Jenny 1