January 13, 2013 Taptu á StÍF

Taptu á StÍF

Tað gekk ikki eftir ætlan í dystinum millum VÍF/Tjaldur og StÍF í gjár. Tær gulu genturnar vóru alt ov lítið ágrýtnar og komu alt ov sjálvdan til veruligar kjansir. Liljan var heilt vist størsta hóttanin móti StÍF málinum, men tá hon bleiv mansvard, so gjørdist álopsspæli ov tannleyst. Liðini fylgdust til umleið hálvan fyrrahálvleik, síðan […]

Read more
September 11, 2012 Tíðindaskriv

Tíðindaskriv

Feløgini, Hondbóltsfelagið Tjaldur og VÍF eru samd um at gera eitt samstarv í bestu og næstbestu kvinnudeildini. Avtalan kemur at vera galdandi fyri kappingarárið 2012/2013, og við møguleika fyri at leingja samstarvi. Felagsliðið kemur at eita: VÍF/Tjaldur Vinarliga Hondbóltsfelagið Tjaldur og VÍF

Read more
March 3, 2012 Tað er stuttligari at vinna

Tað er stuttligari at vinna

Í alt ár hava okkara Sunset kvinnur stríðst við at fingið fyrsta sigurin, og sigast má at hann var søtur nú hann endiliga kom. Tjaldur var uttan iva undirtippa til dagsins dyst, sum var móti Neistanum. Undan dystinum var støðan eins og nú, at Neistin liggur nummar 1 meðan Tjaldur liggur aftast. Um vit fyrst […]

Read more
February 14, 2012 Tjaldur-Kyndil 22-38

Tjaldur-Kyndil 22-38

Tjaldur hevði trupult við at fylgja kyndla kvinnum í kvøld. Eftir eina laka byrjan, har Kyndil koyrdi nógv uppá kontra, hekk Tjaldur aftaná allan dystin. Um miðjan fyrra hálvleik sá tú nøkulunda út, 7-9, men so gjørdist munurin aftur størri, so støðan í hálvleikinum var 9-14. Í seinnahálvleiki orkaði okkara illa mannaða kvinnulið ikki at […]

Read more
February 5, 2012 VB-Tjaldur 27-18, liðugt

VB-Tjaldur 27-18, liðugt

Sunset liðið hjá Tjaldur spælir í løtuni dyst móti VB í Vági. Fyrri hálvleikur hevur verið sera javnur, og í hálvleikinum er støðan 11-10 til VB. Seinast liðini spældu í Runavík endaði støðan 21-23 til VB. Tá manglaði lítið í at tað koppaði til Tjaldur. Vónandi klára vit at koppa tað til okkara fyri mun […]

Read more
May 7, 2011 Adina heldur fram

Adina heldur fram

At Tjaldur rakti seymin á høvdið, tá vit í 2006 fingu Adinu til felagið, man neyvan nakar mótmala. Adina hevur ár um ár víst hvør dugur er í henni, og síðan Tjaldur kom upp í Sunset deildina hevur Adina prógva, at hennara hondbóltsevnir hála støðið á føroyskum hondbólti nógv upp. Tí gleðir tað okkum í […]

Read more