Vunnu greitt á Kyndli

merkid
Í dag var hol sett á fjóra og seinasta part av landskappingini hjá kvinnum. Tjaldur leikti í dag móti Kyndli og vann sannførandi 21-30.
Undan dystinum var støðan greið hjá Tjaldur. Um vit skulu sleppa í finaluna, so mugu vit vinna liðini ið eru niðanfyri okkum.
Fyri Kyndil, sum liggur í onga manna landi, var tað bara æran at spæla fyri, og eina løtu vístu kláraðu tær eisini at fylgja við.

Fyrri hálvleikur var sera javnur og liðini fylgdust allatíð. Hálvleiksstøðan gjørdist 11-12.
Fyrsta málið í seinnahálvleiki fekk Kyndil, men hvat síðan hendi er ikki gott at vita. Tjaldur fekk gongd á maskinaríðið og so broyttist støðan frá 12-12 til 12-19 uppá 10 minuttir.
Hetta var mønustingurin fyri Kyndil. Munurin hvørki vaks ella minkaði restina av dystinum.
Tjaldur vann tískil dystin móti Kyndil við 9 málum 21-30.
Málini fyri Tjaldur skutu:
Adina Petrea 11, Simona Petersen 8, Benadikta Johannesen 3, Annika Thomsen og Jóhanna í Króki 2, Kirstin Gaardbo, Barbara Nygaard, Jacoba Sevdal og Beinta Joensen 1