Tjaldur leikti í dag móti VÍF í Vestmanna. Hetta var fyrsti dystur sum steypavinnari, og vóru okkara kvinnur tískil favorittar at vinna móti VÍF.
Frá byrjan spældi Tjaldur við sterkastu manning, men sum dysturin leið og leiðslan gjørdist tryggari og tryggari, valdu Trygvi og Damir at skifta ungu genturnar, sum vanliga ikki spæla so nógv, inn. Adina og Simona skiftust um at vera inni og stuðla ungu leikarunum og hetta gjørdi at okkara spæl ikki var so flótandi, men hinvegin, so hildu okkara ungu gentur sama avstand aftur til VÍF.
Hálvleiksstøðan var 10-16. Endaliga úrslitið gjørdist 23-31.
Tað var gott at síggja Corneliu spæla fleiri minuttir í verjuni. Eftir drúgva skaða pausu sær nú út til at Cornelia kann spæla aftur, og hetta skuldi alt annað líka verið ein styrkur fyri liðið.
Fyri VÍF var tað hinvegin ein stórur smeitur, at Liljan Djurhuus ikki er tøk at spæla. Hon hevur verið ein av bestu føroysku leikarunum síðstu árini, og serliga er tað hennara góða álopsspæl, sum hevur gjørt, at VÍF hevur kunnað givið øðrum liðum ein skarpan gang.
VÍF hevði trupult at sleppa framvið stóru og sterku leikarunum í Tjaldur verjuni. Agnas royndi tú at halda gongd í spælinum hjá VÍF, men uttan at tað munaði stórvegis.
Hjá Tjaldur var tað serliga Ansy, sum fekk nógvar minuttir á playmaker plássinum. Hon slapp at stýra álopsspælinum og bjóðaði eisini væl av ein í móti einum. Heilt vist ein framtíðar leikari í føroyskum hondbólti.
Barbara, Eyð og Kirstin fingu eisini nakrar minuttir. Vónandi koma tær at halda fram í nógv ár afturat, og harvið gerast stamman á liðnum hjá Tjaldur.
Drívið á gentur!!!
Málskjúttar í dag:
VÍF: Agnas Olsen 7, Tóra Seloy, Annika Poulsen og Heidi Joensen 4, Haldis Johansen 2 og Elisa Leo og Marita á Rógvi 1
Tjaldur: Adina Petrea 13, Simona Petersen 6, Annika Thomsen og Sarah Ann Thomsen 4, Jóhanna í Króki 2 og Benadikta Johannesen og Heidi Sevdal 1