Fingu bronsu

tjaldur_vf_20110410_1382682411
Tjaldur leikti fríggjakvøldið síðsta dystin í landskappingini. Undan dystinum var greitt at Tjaldur ikki hevði nakað at spæla fyri, og tískil var tað heldur ikki tað flótandi spælið at síggja. Okkara kvinnur vunnu tó dystin 33-27.
Eftir dystin fingu okkara kvinnur handaðar bronsu medaljur. Tjaldur takkar øllum leikarum og venjarum fyri eitt sera gott og spennandi kappingarár. Steypavinnarar 2011 og bronsu í landskappingini. Tillukku!
Eisini ynskja vit at takka øllum áskoðarum og hjálparfólki, sum trúliga hava fylgt við liðnum og annars hjálpt til tá felagnum hevur tørvað eina hjálpandi hond.
Vónandi síggjast vit øll aftur komandi kappingarár.
Koyr á Tjaldur!