Tjaldur eigur ársins: málmann, áleypara og spælara

vinnarar
Í leygarkvøldið var ársins gallaveitsla hjá monnum og kvinnum í hondbólti. Veitslan var hildin í Vági og nógv fólk høvdu teknað seg.
Sum vanligt er til slíkar gallaveitslur, so vóru ársins eitt og annað deild út.
Fyri Tjaldur merkti tað at vit fingu trý steyp og tríggjar leikarar á ársins lið.

Ársins málmaður: Guðrun í Lágabø (Tjaldur)
Ársins verjuleikari: Birita Wardum (Neistin)
Ársins áleypari: Adina Petrea (Tjaldur)
Ársins stjørnuskot: ? (Kyndil)
Ársins venjari: Birgir Hansen (Neistin)
Ársins leikari: Adina Petrea (Tjaldur)

Okkara leikarar á ársins liðið gjørdust:
Guðrun í Lágabø, Adina Petrea og Simona Petersen.
Tjaldur ynskir teimum tillukku við heiðurinum og ynskir øllum eina góða summarferiu. Vit herja á aftur í august.
Takk fyri í á