Sunset liðið hjá Tjaldur leikti í dag móti Neistanum í Havn. Hetta gjørdist ein dystur, sum allir gulir leikarar og áskoðarar skjótt vilja gloyma. Einki var sum tað plagar at vera og tískil er heldur ikki nógv at skriva um dystin.
Komandi vikuskifti møta vit Stjørnuni. Tjaldur hevur nú ryggin móti múrinum, tí um vit ætla okkum í FM finaluna, so mugu vit finna stórspælið og góða hugburin fram aftur. Dysturin komandi sunnudag móti Stjørnuni er ein vind eller forsvind dystur. Vinna vit, so er enn møguleiki fyri at koma í finaluna, meðan um vit tapa, so eru vit úti av FM stríðnum í ár.
Vónandi koma nógv fólk í høllina í Runavík komandi sunnudagin, 27 mars, at stuðla okkara kvinnum.