Bussur úr Runavík

elinbjorgfm
Leygardagin verður steypafinalan hjá kvinnum leikt í høllini á Hálsi. Tjaldur skal leika móti Stjørnuni, og sum flestu kunnugt, so plaga hesir dystir at gerast sera spennandi og góðir.
Fyri at hjálpa okkara kvinnum og seta gulu litirnar úr Runavík í fokus, so æltar Tjaldur at skipa fyri busstúri úr Runavík klokkan 12 og heimaftur eftir dystin.
Tjaldur ynskir at vita hvussu stóran buss vit skulu hava. Fólk kunnu tískil tekna seg hjá Niels Peter Bech, tlf: 286007 ella hjá Johnny Lamhauge, tlf: 286007
Síðsta freist at tekna seg er fríggjadagin klokkan 19:00

Komið við til Havnar og stuðlið okkara liði. TJALDUR!!!