Tjaldur leikti í kvøld móti StÍF í høllini í Runavík. Dysturin var ein dystur milllum topp og botn, og tað var ongantíð nakar ivi um hvør fór at vinna dystin. Tjaldur stýrdi dystinum frá byrjan til enda. Onkra løtu var rímuliga tætt, men ongantíð fekk StÍF hála seg ájavnt við Tjaldur. Tjaldur spældi eftir mótstøðuni og tískil bleiv tað ikki til ein knúsandi sigur. Tá StÍF valdi at mansverja Adinu og Simonu máttu tær føroysku kempa fyri sakini. Tað kom tó illa við at Annika Thomsen skuldi detta niður á hondina og harvið fara út úr dystinum. Enn veit heimasíðan ikki hvussu alvorlig støðan var.
Tjaldur vann dystin 30-21.
Komandi tveir dystirnir eru ótrúliga umráðandi fyri Tjaldur. Sunnudagin møta vit Neistanum í Havn. Hesin dysturin byrjar kl.14:30. Vónandi koma allir runavíkingar og tjaldurs fólk annars í høllina á Hálsi til ein dyst sum næstan kann kallast ein finala.
Okkara kvinnur hava brúk fyri øllum hugsandi stuðli. Komið tískil við til Havnar og seti stemning á dystin.
Vikuskifti aftaná spæla vit móti Stjørnuni í Runavík. Hetta verður eisini ein finala. Vit vóna tískil at øll gul viðhaldsfólk leita sær til Havnar sunnudagin og síðan møta fjølment upp í Runavík vikuskifti eftir.
Koyr á Tjaldur!!!
Málskjúttarnir til dystin í dag:
Adina Petrea 9, Simona Petersen 7, Beinta Joensen 5, Sarah-Ann Thomsen 3, Heidi Sevdal og Benadikta Johannesen 2, Ansy Sevdal og Jóhanna í Króki 1.