At Tjaldur rakti seymin á høvdið, tá vit í 2006 fingu Adinu til felagið, man neyvan nakar mótmala. Adina hevur ár um ár víst hvør dugur er í henni, og síðan Tjaldur kom upp í Sunset deildina hevur Adina prógva, at hennara hondbóltsevnir hála støðið á føroyskum hondbólti nógv upp. Tí gleðir tað okkum í […]
Tjaldur eigur ársins: málmann, áleypara og spælara
Í leygarkvøldið var ársins gallaveitsla hjá monnum og kvinnum í hondbólti. Veitslan var hildin í Vági og nógv fólk høvdu teknað seg. Sum vanligt er til slíkar gallaveitslur, so vóru ársins eitt og annað deild út. Fyri Tjaldur merkti tað at vit fingu trý steyp og tríggjar leikarar á ársins lið. Ársins málmaður: Guðrun í […]
Fingu bronsu
Tjaldur leikti fríggjakvøldið síðsta dystin í landskappingini. Undan dystinum var greitt at Tjaldur ikki hevði nakað at spæla fyri, og tískil var tað heldur ikki tað flótandi spælið at síggja. Okkara kvinnur vunnu tó dystin 33-27. Eftir dystin fingu okkara kvinnur handaðar bronsu medaljur. Tjaldur takkar øllum leikarum og venjarum fyri eitt sera gott og […]
Dreingir 10 vunnu alt
Tjaldur hevur í ár havt tvey lið í dreingjum 10 ár. Annað liðið spældi í a-bólkinum meðan hitt spældi í b-bólkinum. Harumframt hava dreingirnir luttikið í steypakappingini. Hetta hevur verið eitt sera væleydna ár hjá dreingjunum, tí í februar vann a-liðið steypakappingina, og í gjár staðfestu teir eitt væleydna kappingarár við at vinna føroyameistaraheitið í […]
Fingu ein javnleik
Tað var lagt upp til eina finalu, tá Tjaldur og Stjørnan møttust í Runavík í dag. Tjaldur hevði undan dystinum ryggin móti múrinum, tí sum støðan var, lógu Neistin og Stjørnan betur fyri til at sleppa í finaluna. Tísil var tað sera umráðandi fyri Tjaldur at vinna dystin, so vit kundu hála okkum nærri teimum […]
Vit reisa okkum aftur
Sunset liðið hjá Tjaldur leikti í dag móti Neistanum í Havn. Hetta gjørdist ein dystur, sum allir gulir leikarar og áskoðarar skjótt vilja gloyma. Einki var sum tað plagar at vera og tískil er heldur ikki nógv at skriva um dystin. Komandi vikuskifti møta vit Stjørnuni. Tjaldur hevur nú ryggin móti múrinum, tí um vit […]
Dreingir 12 vunnu bronsu
Í gjár var seinasti leikdagur hjá dreingjum 12 ár. Tjaldur hevur í alt ár verið sera væl við í kappingini hjá dreingjum 12. Liðini sum hava kappast við Tjaldur hava verið VÍF og Kyndil og tíverri fyri okkum, so endaði VÍF nummar 1, Kyndil nummar 2 og Tjaldur nummar 3. VÍF var undan leygardegnum eitt […]
Gentur 12 hava ment seg nógv
Gentur 12 hjá Tjaldur leiktu í gjár síðsta umfar í landskappingini. Genturnar hava verið sera raskar at møta upp til venjing í vetur og hetta sæst eisini aftur í úrslitunum. Frá at tapa við 10-15 málum hava tær nú ment seg til at spæla javnt og vinna dystir. Í gjár vóru tær so í Havn […]
Vunnu StÍF
Tjaldur leikti í kvøld móti StÍF í høllini í Runavík. Dysturin var ein dystur milllum topp og botn, og tað var ongantíð nakar ivi um hvør fór at vinna dystin. Tjaldur stýrdi dystinum frá byrjan til enda. Onkra løtu var rímuliga tætt, men ongantíð fekk StÍF hála seg ájavnt við Tjaldur. Tjaldur spældi eftir mótstøðuni […]
Vunnu greitt á Kyndli
Í dag var hol sett á fjóra og seinasta part av landskappingini hjá kvinnum. Tjaldur leikti í dag móti Kyndli og vann sannførandi 21-30. Undan dystinum var støðan greið hjá Tjaldur. Um vit skulu sleppa í finaluna, so mugu vit vinna liðini ið eru niðanfyri okkum. Fyri Kyndil, sum liggur í onga manna landi, var […]