Tjaldur hevur í ár havt tvey lið í dreingjum 10 ár. Annað liðið spældi í a-bólkinum meðan hitt spældi í b-bólkinum. Harumframt hava dreingirnir luttikið í steypakappingini. Hetta hevur verið eitt sera væleydna ár hjá dreingjunum, tí í februar vann a-liðið steypakappingina, og í gjár staðfestu teir eitt væleydna kappingarár við at vinna føroyameistaraheitið í dreingjum 10 ár til Runavíkar. Tískil kunnu hesir ungu fýrar nú kalla seg fyri greipuvinnarar 2011.
B-liðið hevur heldur ikki smæst burtur gjøgnum árið, tí teir hava bert mist heilt fá stig í ár. Undan hesum vikuskiftinum var longu greitt at Tjaldur var vinnari av b-bólkinum og tískil kundu fara til Hoyvíkar í gjár at spæla tveir dystir og síðan fáa steypið sum prógv um at teir hava vunnið b-bólkin hjá dreingjum 10 ár.
Tjaldur takkar øllum teimum sera ágrýtnu dreingjunum, sum hvørja viku hava víst fyrimyndarligan hugburð og innsats til venjing og dystir. Somuleiðis takka vit Jóhan Danielsen fyri góðar og vælskipaðar venjingar, sum hava gjørt hesar ungu dreingir til føroya bestu leikarar.
Enn eina fer tillukku dreingir 10 ár.