Gentur 12 hava ment seg nógv

handball
Gentur 12 hjá Tjaldur leiktu í gjár síðsta umfar í landskappingini. Genturnar hava verið sera raskar at møta upp til venjing í vetur og hetta sæst eisini aftur í úrslitunum. Frá at tapa við 10-15 málum hava tær nú ment seg til at spæla javnt og vinna dystir.
Í gjár vóru tær so í Havn og leiktu. Tær møttu fyrst Stjørnuni, sum tær vunnu greitt 11-3. Síðan leiktu tær 4-4 móti Kyndli.
Í gjøgnum allan veturin hava genturnar og Petur Meinhard arbeitt hart, og vilja vit takka Petur Meinhardi fyri hjálpina og vóna vit at síggja hann og allar genturnar aftur næsta ár.
Takk fyri í vetur og gott summar øll somul.