Í gjár var seinasti leikdagur hjá dreingjum 12 ár. Tjaldur hevur í alt ár verið sera væl við í kappingini hjá dreingjum 12. Liðini sum hava kappast við Tjaldur hava verið VÍF og Kyndil og tíverri fyri okkum, so endaði VÍF nummar 1, Kyndil nummar 2 og Tjaldur nummar 3.
VÍF var undan leygardegnum eitt vet framanfyri Tjaldur og Kyndil og tískil var tað innanhýsis dysturin millum Tjaldur og Kyndil, sum kom at avgera hvar silvuri skuldi fara.
Hetta gjørdist ein sera spennandi dystur. Onkra løtu var Tjaldur á odda, meðan aðrar løtu vóru tað Kyndil sum førdu. Um miðjan seinna hálvleik fekk Kyndil hála seg trý mál fram um Tjaldur. Hetta vísti seg at gerast ein ov stórur biti fyri Tjaldur, tí teir kláraðu ikki at hála inná aftur Kyndil, sum tískil vann 13-16. Hetta var nokk til at hála seg tvey stig fram um Tjaldur og harvið fáa silvurmedaljurnar.
Eisini hevur Tjaldur havt eitt b-lið í dreingjum 12 ár. Her hava dreingirnir í 5. flokki spælt við. Teir hava her ment seg, soleiðis at teir komandi ár kunnu vera berandi kreftirnar á a-liðnum.
B-liðið hevur gjøgnum alt árið ligið mitt í stigatalvuni. Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið. Teir gjørdust nummar 5 av 7 liðum.
Síðsti dysturin hjá teimum var leiktur í gjár og var hann móti Neistanum b. Her vann Tjaldur 12-10.
Tjaldur takkar dreingjum fyri eitt gott kappingarár og ein serlig tøkk til Jóhan fyri tað stóra arbeiði hann gera fyri Hondbóltsfelagið Tjaldur.
Takk fyri í ár og vit síggjast aftur í vetur 🙂