Adina heldur fram

adina-stj
At Tjaldur rakti seymin á høvdið, tá vit í 2006 fingu Adinu til felagið, man neyvan nakar mótmala. Adina hevur ár um ár víst hvør dugur er í henni, og síðan Tjaldur kom upp í Sunset deildina hevur Adina prógva, at hennara hondbóltsevnir hála støðið á føroyskum hondbólti nógv upp.
Tí gleðir tað okkum í felagnum, at Adina eisini í 2011-2012 fer at umboða Tjaldur í føroysku landskappingini.
Vit ynskja enn eina fer Adinu tillukku við heiðurinum sum ársins spælari, og vóna at hon eisini í komandi árið fer at vinna hendan heiður.