February 1, 2009 Kláraðu general prøvan

Kláraðu general prøvan

Dysturin í dag mátti metast at vera ein general prøvi til steypafinaluna leygardagin. Liðið sum vann hevði psykiska yvirtakið við til finaluna. Tjaldur hevur vunnið nógvar teir síðstu dystirnar, so tað var einki at ivast í at tær vóru klárar og uppsettar til dystin. Allan dystin vísti Tjaldur at tær ætlaðu at vinna dystin. Støðan […]

Read more
January 25, 2009 Stríðsvilji yvir alt

Stríðsvilji yvir alt

Vit hava sæð tað fyrr. Tjaldur fer aftur um í byrjanini av dystinum, men so hvørt sum dysturin lýgur, so koma okkara kvinnur aftur í aftur. Um miðjan fyrra hálvleik var støðan 5-9 til VB. Men sum hálvleikurin gekk, fekk Tjaldur fótin fyri seg. Hálvleiksstøðan var 15-15. VB koyrdi tempo-ið í topp frá byrjan. So […]

Read more
January 18, 2009 34-29 Tjaldur-StÍF

34-29 Tjaldur-StÍF

Tjaldur spældi ikki nakran super dyst, men fekk nógv mál og tey tvey stigini vit fóru eftir. Tískil halda vit fast við støðuna. Vit liggja enn nummar trý í deildini. Við einum dysti til góðar. Dysturin í dag var ein av teimum har hvørki av liðunum hevði eina serliga stinna verju. Hinvegin vóru bæði liðini […]

Read more
December 20, 2008 Super jólagáva

Super jólagáva

Aftur í dag tók Tjaldur ímóti VB, hesafer í landskappingini. Úrsliti gjørdist eins og í gjárkvøldið ein stórsigur til Tjaldur, 28-21. Stutt um dystin kann sigast at hann var næstan eitt kopi av dystinum í gjár. VB byrjaði væl, men sum leið út á dystin tók Tjaldur yvir. Daiva var væl fyri í dystinum, men […]

Read more
December 20, 2008 Sorl! 34-25 móti VB

Sorl! 34-25 móti VB

Trøðini vaksa ikki inn í himmalin. Tað kunnu Vágs kvinnur ásanna í kvøld. Eftir at hava havt góðan vind í seglini síðstu dystirnar, bar einki til í kvøld. Tjaldur rætt og slætt hølvaði VB. Hetta var fyrsti dystur hjá Tjaldur í steypakappingini og av tí at tað er so fá lið í kappingini, eru tær […]

Read more
November 16, 2008 Tjaldur vann grannauppgerð

Tjaldur vann grannauppgerð

Hóast dysturin ikki var væl leiktur, so komu nógv mál. Eins og í øðrum dystum kom Tjaldur væl frá byrjan og legði seg á odda við fimm málum. Henda leiðsla tødnaði tó sum hálvleikurin leið. Tá fari var til hálvleiks var støðan 16-15 til Tjaldur. Í seinna hálvleiki mansvardi StÍF Alinu og Adinu. Tískil vóru […]

Read more
November 2, 2008 Tjaldur-Stjørnan 19-21

Tjaldur-Stjørnan 19-21

Eftir ein super innsats í fyrra hálvleiki. Har vit at kalla allatíð lógu á odda, fekk Stjørnan betur tak á okkum í seinnahálvleiki og vann 19-21. Aldrin fyrr hevur Tjaldur spælt ein oddadyst, tískil var trýsti stórt á leikarunum áðrenn tær fóru á vøllin. Kvinnurnar vístu tó onga náði. Frá fyrsta bríksli vísti Tjaldur at […]

Read more