Tvey stig og pluss 17 í málúrtøku

Kyndil fekk av at vita í Runavík í dag. Við nógvum málum og nógvum málskjúttum vísti Tjaldur at tær saktans kunnu blanda seg uppí toppin í ár. Fyrri hálvleiki byrjaði javnur, men eftir 10 minuttir hevði Tjaldur funnið stevið. Eftir tað var tað bara ein spurningur um hvussu nógv Tjaldur kundi vaksa um málúrtøkuna.
17-11 í hálvleikinum. Dysturin endaði 34-17.
Onkur hugsaði kanska at venjara effektin skuldi gera seg galdandi hjá Kyndil. Fyrr í vikuni skiftu teir venjararnar Una og Hannis Wardum. Í teirra stað var í dag komin ein gamal kenningur í Kyndli, Flemming Raben.
Men hóast byrjanin var jøvn, so vísti tað seg skjótt at Kyndil hevði ikki nógv at stilla upp móti einum sera vælleikandi Tjaldur liði. Alt liðið koyrdi sum ein maskina.
Hjá Tjaldur vóru tað nokk mong sum spurdu hvør leikari nummar 20 var. Tjaldur hevur fyri tíð síðan fingið meir styrk úr Rumenia. Talan er um eina damu sum hevur prøvað eitt sindur av hvørjum. Um ein Googlar “Patru Marinela” sæst, at hon hevur spælt á høgum støði uttanlanda. Hon hevur spælt í bólkaspæli til Championsleague og øðrum stórum europeiskum kappingum. Hon hevur havt ein skaða og hevur tískil valt at enda sína yrkisleið í Føroyum.
Í dag spældi hon ikki serliga nógv, og tað sást tíðuligt at knæði ikki var heilt gott enn. Men hóast tað, so var hon toppskjútti við 7 málum.
Dysturin í dag var aldrin spennandi. Dysturin byrjaði 0-0 og eina løtu var 2-2, men eftir tað stóð tað Tjaldur á tí heila.
Frá 2-2 kom Tjaldur upp á 11-4. Síðan vaknaði Kyndil eitt sindur við, so støðan gjørdist 13-8 og í hálvleikinum var støðan 17-11.
Útgangsstøði fyri einum sigri var gott, og eingin ivi var heldur um at Tjaldur fór at vinna dystin. Tjaldur stegaði ikki við góða spælinum. 23-13, 30-16 og 34-17 vóru støðurnar gjøgnum seinnahálvleik.
Liðið hjá Tjaldur í dag var mannað soleiðis: Guðrun í Lágabø (í mál) – Bendadikta Johannesen (h.vongur), Adina Petrea (h.bakkur), Alina Olaru (miðja), Annika Thomsen (v.bakkur), Heidi Sevdal (v.vongur), Jóhanna í Króki (strika).
Útskiftarar sum komu inn vóru: Sarah-Ann Thomsen (strika), Elinbjørg Hammer (h.bakkur) og Patru Marinela (h.vongur).
Málini skutu: Heidi og Patru 7, Alina, Adina og Annika 6, Benadikta og Jóhanna 1
Dómarar til dystin í dag vóru: Hanus og Hans