Vit hava sæð tað fyrr. Tjaldur fer aftur um í byrjanini av dystinum, men so hvørt sum dysturin lýgur, so koma okkara kvinnur aftur í aftur. Um miðjan fyrra hálvleik var støðan 5-9 til VB. Men sum hálvleikurin gekk, fekk Tjaldur fótin fyri seg. Hálvleiksstøðan var 15-15.
VB koyrdi tempo-ið í topp frá byrjan. So skjótt Tjaldur hevði skotið í álopinum, vóru VB kvinnurnar á veg fram í álop. Hetta gjørdi at Tjaldur tað fyrstu løtuna ikki fekk steðga VB. Loysnin uppá hesi nógvu skjótálopini, var at Tjaldur kláraði at skora. Tær høvdu skotið nógv skot tað fyrstu løtuna, men tað gekk illa at skora. Men tá gongd kom á málskjótingina, so byrjaðu vit eisini at hála inn á VB.
Hetta var fyrsta tekn uppá at Tjaldur ætlaði at kempa til tað síðsta í hesum dystinum.
Seinni hálvleikur var ein sannur gysari.
Enn einafer kom VB betur frá byrjan, og slapp fram um við fýra málum. Men um miðjan seinnahálvleik, kom stígur í hjá VB. Guðrun í Lágabø, sum er uppvaksin í VB, stóð nú sum ein múrur. Frá 12. minutti til 21 minutt í seinnahálvleiki skoraði VB bert eitt mál, meðan Tjaldur át leiðsluna burtur, soleiðis at støðan gjørdist 25-25. Spell at Sofus Dahl Christiansen ikki var í høllini hesa løtuna. Einki at ivast í, at hon hevur víst spæl í landsliðs flokki í ár.
Síðan gekk tað rímuliga javnt eina løtu. Eftir nógvar bjargingar og nógvar feilir frá báðum liðum, kláraði Tjaldur endiliga at sleppa eitt mál fram um, 28-27. Nú gjørdust VB damurnar eitt sindur ókonsentreraðar. Hetta hevði við sær at Aukse teir síðstu 5 minuttirnar var úti í 4 minuttir. Hetta gjørdi ikki møguleikarnar hjá Tjaldur verri. Fýra minuttir restaðu í og støðan 31-28 til Tjaldur, síðan gekk skjótt báðar vegir. VB skoraði tvey mál og ein minuttur eftir. Men hetta var síðsta sprelli frá VB. Tjaldur fór í álop og spældi langt álop. Endin var eisini at Alina sendi bóltin trygt í netið, og so var dysturin sikkur fyri Tjaldur.
Tað var nógv fólk í høllini og leikararnir fingu væl uppiborðið rós eftir dystin.
Dómarar til dystin í dag vóru Kristian og Karstin Joensen
Málini hjá Tjaldur skoraðu:
Adina 13, Alina og Annika 7, Jacoba 3, Sahra-Ann og Elinbjørg 1
Næsti dystur verður hóskvøldið, tá seinna hálvfinalan í steypakappingini millum Tjaldur og StÍF verður.