Tjaldur spældi ikki nakran super dyst, men fekk nógv mál og tey tvey stigini vit fóru eftir.
Tískil halda vit fast við støðuna. Vit liggja enn nummar trý í deildini. Við einum dysti til góðar.
Dysturin í dag var ein av teimum har hvørki av liðunum hevði eina serliga stinna verju. Hinvegin vóru bæði liðini sera álops kend, og leingi var dysturin javnur. StÍF hevði nokk tí betru byrjanina, men sum fyrri hálvleikur gekk minkaði munurin og í hálvleikinum var Tjaldur á odda 14-13.
Tað er einki at taka seg aftur í at hjá Tjaldur eru tað serliga Adina og Alina sum standa fyri málskjótingini, men skal man nevna ein leikara sum eisini skeyt nógv mál í dag, so var tað Elinbjørg. Hon spældi ein góðan dyst og fekk fimm av málunum hjá Tjaldur.
Dysturin endaði 34-29
Málskjúttar: Adina Petrea 12, Alina Olaru og Elinbjørg Hammer 5, Patru Marinela 4, Jacoba Langgaard og Annika Thomsen 3, Benadikta Jóhannesen 2, Sarah-Ann Thomsen 1.
Dómarar til dystin vóru: Ragnar Simonsen og Rúni Mohr