Eftir ein super innsats í fyrra hálvleiki. Har vit at kalla allatíð lógu á odda, fekk Stjørnan betur tak á okkum í seinnahálvleiki og vann 19-21.
Aldrin fyrr hevur Tjaldur spælt ein oddadyst, tískil var trýsti stórt á leikarunum áðrenn tær fóru á vøllin. Kvinnurnar vístu tó onga náði. Frá fyrsta bríksli vísti Tjaldur at Stjørnan ikki uttan víðari skuldi sleppa norður aftur gjøgnum tunnilin við tveimum stigum. Adina, Alina og Annika góvu stjørnu verjuni mikið høvuðbrýggj.
Hetta konstanta trýsti sum Tjaldur legði á verjuna hjá Stjørnuni, gjørdi eisini at Durita Ljósstein og Una Olsen fingu roynt sínar musklar, sum tó vístu seg at vera ov fáir. Adina er sterk sum ein bjørn og tað var fleiri fer at Durita hekk aftur úr Adinu og har við fekk ávaring, gult kort og síðan tvær fer tveir minuttir.
Í verjupartinum má man serliga nevna Jóhonnu. Durita Christophersen má metast at vera ein av bestu høgru bakkum í Føroyum. Men í dag var hon við undirlutan. Jóhanna læs spæli hjá henni av uttan stórvegis trupuleikar og gjørdi harvið at man stórar partar av dystinum ikki sá nakað til Duritu.
Í málinum stóð málverjin ein góðan dyst, og tískil kundi Tjaldur halda sær so væl inni í dystinum.
Um miðjan seinnahálvleik, fekk Stjørnan lagt seg eitt sindur fram um Tjaldur. Hetta tók tað síðstu luftina frá Tjaldursliðnum og nógv av skotunum sum Tjaldur skeyt aftaná at hesin munur var komin millum liðini, vóru skot sum ikki vóru uppspæld, og tískil ikki vóru meir enn hálvir kjansir.
Endaliga úrsliti gjørdist 19-21
Vit eru nýggj í rolluni sum oddalið og tískil eru vit við fyri at læra. Næstufer gera vit tað enn betur.
Dómarar til dystin vóru: Kristian og Karstin Joensen