Dysturin í dag mátti metast at vera ein general prøvi til steypafinaluna leygardagin. Liðið sum vann hevði psykiska yvirtakið við til finaluna. Tjaldur hevur vunnið nógvar teir síðstu dystirnar, so tað var einki at ivast í at tær vóru klárar og uppsettar til dystin.
Allan dystin vísti Tjaldur at tær ætlaðu at vinna dystin. Støðan í hálvleikinum var 8-10 og endaliga úrslitið gjørdist 17-22.
Stjøran vísti ikki nógv í dystinum í dag. Um tær hugsaðu at hetta var ein løtt uppgáva sum bara skuldi ordnast er ilt at meta um, men staðfestast kann at Stjørnan ongantíð kom í tað gear sum vit vita at tær kunnu seta í. Til tað stóð fyrst og fremst Tjaldurs verjan og Guðrun í Lágabø fyri. Una Olsen hevur mangan verið ein umráðandi prikkur í spælinum hjá Stjørnuni, men í dag fekk hon ikki tað minsta burtur úr í álopinum. Adina og Alina tóku sær av at dekka strikuna, og má sigast at hetta var til UG. Einki mál fekk bleiv skorað av Unu í dag. Stóru bakkarnir hjá Stjørnuni, Durita og Simona sloppu heldur ikki rættuliga fram at til skot. Tískil blivu tað ofta skot langt úti frá sum tær máttu skjóta.
Í hinum endanum vóru tað aftur í dag Alina og Adina sum skoraðu málini. Adina var mansvard stóran part av seinnahálvleiki, men fekk tó seks mál, meðan Alina skoraði nýggju.
Hini málini skutu: Sara-Ann, Elinbjørg og Marinella 2, Jacoba 1
Dómarar til dystin í dag vóru: Ragnar Simonsen og Rúni Mohr
Til tey sum ikki vita tað, so verður steypafinalan í høllini á Hálsi komandi leygardag og vera tað aftur Tjaldur og Stjørnan sum møtast. Vónandi fylla øll bilarnar og koma til Havnar at stuðla okkara liði.
Koyr á Tjaldur