Hóast dysturin ikki var væl leiktur, so komu nógv mál. Eins og í øðrum dystum kom Tjaldur væl frá byrjan og legði seg á odda við fimm málum. Henda leiðsla tødnaði tó sum hálvleikurin leið. Tá fari var til hálvleiks var støðan 16-15 til Tjaldur. Í seinna hálvleiki mansvardi StÍF Alinu og Adinu. Tískil vóru tað Annika, Elinbjørg og Heidi sum stóðu fyri tí mesta av álopsspælinum. Endaliga úrsliti bleiv 37-30.
Tjaldur var avgjørt betra liðið í dag. Hóast nógvar feilir og fleiri skot sum fóru stong út, so høvdu vit yvirtakið allan dystin.
Fyrri hálvleikur var merktur av vánaligum spæli bæði í verju og álopi. Tey skot sum raktu málið fóru øll inn. Um miðjan fyrrahálvleik var Tjaldur á odda við 5 málum, men fram móti hálvleikinum steðgaði alt upp hjá Tjaldur. Leiðslan minkaði spakuliga, og má man nokk geva málmanninum hjá StÍF hesa løtuna stórt rós fyri tað.
Í seinna hálvleiki vóru tað so hinvegin vit sum áttu tann góða málmannin. Adela sum hevur havt eitt frálíkt kappingarár higartil, hevði ein keðiligan dag í dag. Í seinnahálvleiki kom tí Guðrun í Lágabø í málið at standa. Guðrun hevur ikki spælt nakað serligt við Tjaldur í ár. Men í dag vísti hon klassa. Frá eitt mál leiðslu í fyrrahálvleiki, fóru Tjaldurs kvinnur uppá eina leiðslu á 7 mál. Eftir tað var tað meir ein spurningur um at halda leiðsluna enn at økja so nógv um hana.