Aftur í dag tók Tjaldur ímóti VB, hesafer í landskappingini. Úrsliti gjørdist eins og í gjárkvøldið ein stórsigur til Tjaldur, 28-21.
Stutt um dystin kann sigast at hann var næstan eitt kopi av dystinum í gjár. VB byrjaði væl, men sum leið út á dystin tók Tjaldur yvir. Daiva var væl fyri í dystinum, men sum leið út fingu Tjaldur betur tak á henni. Í seinnahálvleiki skoraði hon eitt mál.
Tjaldur hinvegin hevði somu uppskrift sum í gjár. Steðga teimum útlendsku hjá VB og síðan royna at skapa pláss hjá Alinu og Adinu at skora mál. Hetta kláraðu tær eisini. VB mansvardi frá fyrsta bríksli Alinu og Adinu, men lítið hjálpti. Tær føroysku runnu væl í álopsspælinum og fingu skapt hol í verjuna soleiðis at annahvørt fingu vit ein opnan kjans ella blivu tær steðgaðar soleiðs at vit fingu fríkast. Fríkastini blivu spæld upp til Alinu og Adinu, sum síðan bombaðu bóltin í kassan.
Endaðliga úrsliti gjørdist at Tjaldur vann 28-21 (14-11)
Málini skutu: Alina 11, Adina 8, Jacoba 4, Annika og Mary-Ann 2, Elinbjørg 1
Dómarar til dystin í dag vóru Kristian og Karstin Joensen.
Í gjár skrivaðu vit at lutakastið í steypakappingini var í dag, men har var ein misskiljing. Lutakastið verður í morgin, sunnudagin.