Trøðini vaksa ikki inn í himmalin. Tað kunnu Vágs kvinnur ásanna í kvøld. Eftir at hava havt góðan vind í seglini síðstu dystirnar, bar einki til í kvøld. Tjaldur rætt og slætt hølvaði VB. Hetta var fyrsti dystur hjá Tjaldur í steypakappingini og av tí at tað er so fá lið í kappingini, eru tær longu komnar í semifinaluna. Lutakastið til semifinalurnar verður í morgin leygardagin 20. desember.
VB var tað tó sum fekk betri byrjan á dystin. Tá fyrri hálvleikur var umleið hálvrunnin var VB á odda 8-12.
Tjaldur raknaði síðan spakuliga við. Skil var fingið á verjuna, so stórspælandi Aukse hjá VB bleiv steðga. Flest øll sum hyggja at hondbólti kennast við Daivu, men um túrurin norður við Smyrli hevur verið harður ella um hon bara hevði ein off dag í dag, skal vera ósagt, men undir øllum umstøðum spældi hon ikki upp til sítt besta í dag.
Hjá Tjaldur vóru tað aftur í dag tær útlendsku sum stóðu fyri tí mesta tá málini skuldu skjótast. Adina var sum ein kanón. So hóast VB royndu at mansverja hana stóran part av dystinum, so bombaði hon bóltin ikki minni enn 15 fer í netið í kvøld. Henni á baki kom Alina við 9 málum.
Hálvleiksstøðan var 19-17 til Tjaldur. Í seinna hálvleiki koyrdi einki hjá VB, meðan Tjaldur aftur helt stílin. Sum frá leið øktist munurin bara meira og meir. Endaliga úrsliti gjørdist 34-25 til Tjaldur.
Liðið í dag:
Guðrun í Lágabø
Adela Florelitina
Alina Olaro, 9 mál
Adina Petrea, 15 mál
Jakoba Langgaard
Elinbjørg Hammer, 1 mál
Benadikta Johannesen
Annika Thomsen, 2 mál
Mary-Ann Isaksen
Amy Streymoy
Jóhanna í Króki, 1 mál
Heidi Sevdal, 4 mál
Sarah Ann Thomsen, 2 mál