February 12, 2012 Steypavinnarar 2012

Steypavinnarar 2012

Eitt framúr lið avrik í verjupartinum og ein væl leikandi stórskjútti á vinstra bakki var nokk til at Tjaldur kundi gerast steypavinnari í ungdómsdeildini dreingir 12. Undan dystinum vóru nokk nógv í ivaðust í um okkara dreingir kundu megna at koppa hoyvíkingum, sum altíð síðan teir byrjaðu at spæla hondbólt hava vunnið okkara dreingir. Í […]

Read more
February 4, 2012 Tjaldur í eina av fýra møguligum

Tjaldur í eina av fýra møguligum

Í dag hava semifinalurnar í steypakappingini hjá børnunum verið. Tjaldur var væl umboða og hevði fingið fýra lið við í semifinalurnar. Dreingir 12 leiktu sínar dystir í høllini í Gundadali. Í innleiðandi bólkinum vóru teir í bólki saman við H71a og Neistanum b. Fyrsta dyst móti H71 tapti Tjaldur, men vunnu síðan móti Neistanum b. […]

Read more
November 1, 2011 U8 byrja at venja í morgin

U8 byrja at venja í morgin

Í morgin mikudagin 2. november byrja børn frá 2. flokki og niðureftir at venja hondbólt. Venjingin byrjar klokkan 17:00 og varar ein tíma. Vónandi síggja vit nógv børn til venjing. Aðrar broytingar eru eisini gjørdar. Gentur 14 venja nú mánadag 17:00-18:00 í staðin fyri týsdag. Dreingir 14 venja nú týsdag 17:00-18:00 í staðin fyri mánadag. […]

Read more
March 27, 2011 Dreingir 10 vunnu alt

Dreingir 10 vunnu alt

Tjaldur hevur í ár havt tvey lið í dreingjum 10 ár. Annað liðið spældi í a-bólkinum meðan hitt spældi í b-bólkinum. Harumframt hava dreingirnir luttikið í steypakappingini. Hetta hevur verið eitt sera væleydna ár hjá dreingjunum, tí í februar vann a-liðið steypakappingina, og í gjár staðfestu teir eitt væleydna kappingarár við at vinna føroyameistaraheitið í […]

Read more
March 20, 2011 Dreingir 12 vunnu bronsu

Dreingir 12 vunnu bronsu

Í gjár var seinasti leikdagur hjá dreingjum 12 ár. Tjaldur hevur í alt ár verið sera væl við í kappingini hjá dreingjum 12. Liðini sum hava kappast við Tjaldur hava verið VÍF og Kyndil og tíverri fyri okkum, so endaði VÍF nummar 1, Kyndil nummar 2 og Tjaldur nummar 3. VÍF var undan leygardegnum eitt […]

Read more
March 20, 2011 Gentur 12 hava ment seg nógv

Gentur 12 hava ment seg nógv

Gentur 12 hjá Tjaldur leiktu í gjár síðsta umfar í landskappingini. Genturnar hava verið sera raskar at møta upp til venjing í vetur og hetta sæst eisini aftur í úrslitunum. Frá at tapa við 10-15 málum hava tær nú ment seg til at spæla javnt og vinna dystir. Í gjár vóru tær so í Havn […]

Read more