Nógvir spennandi dystir í vikuskiftinum

dr_12_og_sunset_20120219_1268722280
Í vikuskiftinum vóru nógvir tættir og spennandi dystir í høllini í Runavík.
Dreingir 12 A løgdu út leygarmorgunin. Fyrsti dystur var millum H71 og VÍF. H71 hevur ikki tapt í ár, og tískli var trúligt at H71 fór at koyra tað trygt heim, men so skuldi ikki vera. VÍF var á odda stóran part av fyrra hálvleiki, og var tað ikki av tí at bólturin í heilum fór stong út, so kundi leiðslan hjá VÍF verið nógv størri enn hon var. Men sum dysturin leið gjørdist greitt at H71 fór at vinna dystin. Teir komu 2 mál fram um VÍF og hildu tí leiðsluna heilt til endan, tá munurin aftur vaks til endaligu støðuna 9-13.
Næsti dystur var millum Neistan A og Tjaldur A. Tjaldur, ið vunnu steypafinaluna í síðstu viku, runnu aftaná stóran part av fyrra hálvleiki og vóru eisini aftanfyri í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki vendi gongdin og Tjaldur kom fram um og helt leiðsluni. Endaliga úrslitið gjørdist 9-12 til Tjaldur.

Triði dysturin var millum StÍF og VÍF. Hetta gjørdist ein sera undirhaldandi dystur, við nógvum málum í báðum endum. Hálvleiksstøðan var 8-8, sum gevur meiri enn eitt mál um minuttin. Í seinna hálvleiki gekk eisini javnt á, men VÍF fekk síðan nøkur góð kontra álops mál, sum gav teimum eina leiðslu sum var nokk til at vinna dystin 13-16. Sera góður og undirhaldandi dystur.
Fjóri dystur var millum H71 og Neistan. Her sást skjótt at sensatiónin lá og lúrdi, tí hóast H71 var favorittur til at vinna dystin, so spældu teir ikki sum favorittar. Einki riggaði hjá teimum og tískil fekk Neistin eina greiða leiðslu, sum gjørdi brekkuna enn brættari hjá H71. H71, ið bert hevði tapt steypafinaluna undan hesum dystinum, tapti dystin 10-13.
Síðsti dystur hjá dreingjum 12 leygardagin var millum Tjaldur og StÍF. Her var ongantíð nakar ivi um hvør fór at vinna dystin, tí til tað var Tjaldur væl betra liðið. Teir vunnu eisini greitt 7-15.
Síðan vóru tað Sunset kvinnurnar í skuldu á vøllin, tær tóku móti Stjørnuni. Hetta gjørdist ein javnur dystur, men tó so vann Stjørnan 26-33. Hvørki Simona Petersen ella Bára Skaale Klakstein blivu brúkar í dystinum og tískil má sigast at Stjørnan hevur nógvar streingir at spæla uppá.
Síðst á degnum spældu gentur 14b. Tjaldur tók móti Neistanum. Hetta gjørdist eisini ein javnur dystur, og um skotini hjá Tjaldur høvdu verið eitt sindur neyvari, so høvdu tær kunna vunnið dystin. Okkara gentur taptu 9-12.
Okkara gentur 14 hava tó tikið seg nógv fram hetta árið. Alllar byrjaðu sum nýggjar í fjør at spæla hondbólt og hava tískil bert spælt í eitt gott ár í mun til nógv av hinum liðunum sum hava spælt síðan tær vóru 7 ár. Vit vóna at allar halda fram við at spæla og at vit um nøkur ár kunnu slúsa onkrar av gentunum inn á okkara besta kvinnulið.
Koyr á Tjaldur!!!