Í dag hava semifinalurnar í steypakappingini hjá børnunum verið.
Tjaldur var væl umboða og hevði fingið fýra lið við í semifinalurnar.
Dreingir 12 leiktu sínar dystir í høllini í Gundadali. Í innleiðandi bólkinum vóru teir í bólki saman við H71a og Neistanum b.
Fyrsta dyst móti H71 tapti Tjaldur, men vunnu síðan móti Neistanum b. Hetta hevði við sær at Tjaldur gjørdust nummar tvey í bólkinum hjá sær og møttu VÍF, ið vann hin bólkin.
Her kláraðu okkara dreingir at hála ein 10-11 sigur í land, og tískl sleppa teir at leika í altjóða gólvinum við ølllum tí, sum ein hondbóltsdystur eigur at hava, næsta sunnudag, 12. februar í høllini á Hálsi. Tillukku dreingir, og góða eydnu í finaluni.
Finaludysturin verður móti H71a.
Dreingir 14 spældu í Kollafirði. Her vann Tjaldur lætt bólkin hjá sær, og komu tískil í sjálvar semifinalurnar. Her gjødust okkara dreingir ov stuttir. Teir taptu 7-9 móti H71a, sum tískil kemur at spæla steypafinaluna hjá dreingum 14 móti Kyndli a.
Okkara dreingir fóru tó ikki tómhentir úr Kollafirði, tí bronsu dysturin bleiv spældur beint eftir semifinalurnar, og har vann Tjaldur, og gjørdist tískil nummar 3 í steypakappingini hjá dreingjum 14. Tillukku dreingir.
Kyndil a og H71a koma at leika finaluna.
Gentur 10a høvdu eisini vunnið sær pláss í semifinalubólkarnar. Tjaldur var komið í bólk saman við Kyndli a og VÍF, og hetta skuldi vísa seg at gerast ein ov stórur bitið fyri okkara gentur. Tær taptu báðar dystirnar, og komu tískil ikki víðari úr bólkaspælinum. Genturnar hava tó ment seg nógv hesar mánarnar tær hava spælt hondbólt. Allar eru nýggjar, og um tær vísa sama ágrýtni og nærlagni framyvir, so skal nokk úrslit koma burtur úr. Drívið á gentur.
Finalan í gentum 10 ár verður millum VÍF a og Kyndil a
Dreingir 10 spældu eisini semifinalubólk. Teir megnaðu heldur ikki at vinna nakran dyst í bólkaspælinum, og komu tískil ikki víðari í semifinaluna. Tjaldur hevði tó gott tak á H71b, men í síðsta enda fall sigurin til H71, sum vann 5-6. Kyndil var eina tonn betur, og kom tísil í semifinaluna saman við H71b
Finalan hjá dreingjum 10 kemur at standa millum Kyndil a og H71 a