Steypavinnarar 2012

Aftast frá vinstru: Trygvi Mortensen, venjari, Aron Knudsen, Atli Petersen, Heðin Nielsen, Mórits H. Mortensen, Jóhannus Nielsen, Martin Danielsen, Jóhan Danielsen, venjari, Birgir Kundsen, liðleiðari, Húkandi frá vinstru: Sonni Knudsen, Andre Benjaminsen, Andrias Edmundson, Petur Sjúrður Lamhauge, Pætur Skipanes,
Aftast frá vinstru: Trygvi Mortensen, venjari, Aron Knudsen, Atli Petersen, Heðin Nielsen, Mórits H. Mortensen, Jóhannus Nielsen, Martin Danielsen, Jóhan Danielsen, venjari, Birgir Kundsen, liðleiðari
Húkandi frá vinstru: Sonni Knudsen, Andre Benjaminsen, Andrias Edmundson, Petur Sjúrður Lamhauge, Pætur Skipanes,

Eitt framúr lið avrik í verjupartinum og ein væl leikandi stórskjútti á vinstra bakki var nokk til at Tjaldur kundi gerast steypavinnari í ungdómsdeildini dreingir 12.
Undan dystinum vóru nokk nógv í ivaðust í um okkara dreingir kundu megna at koppa hoyvíkingum, sum altíð síðan teir byrjaðu at spæla hondbólt hava vunnið okkara dreingir. Í dag skuldi tað tó vera øðrvísi.

Ein framúr lið insatsur í verjupartinum gjørdi at skjúttarnir hjá H71 ikki fingu fótin fyri seg. Bakk ketan hjá H71 er stóra hóttanin móti málinum, men Mourits H, Pætur, Heðin og Martin høvdu avgjørt at lætt skuldu H71 ikki sleppa til skot.
Væl leikandi málmenninir gjørdu eisini sítt til at H71 einki mál fekk í fyrra hálvleiki meðan okkara dreingir fingu 3.
Hálvleiksstøðan gjørdist tískil 3-0 til Tjaldur.
Í seinna hálvleiki gjørdist tað tó javnari, og munurin á trý mál helt sær til dysturin var komin heilt til enda. Tá fekk H71 eitt mál afturat, og tískil gjørdist munurin tvey mál, 9-7.
Eftir dystin koyrdu dreingirnir heim við bussi og floytaðu gjøgnum Runavíkina og Toftir.
Tá hetta var liðugt, samlaðust, leikarar, venjarar, foreldur og avvarandi í Hæddini, har dreingirnir hugnaðu sær við pizza og sodavatn. Ein sera stuttligur og væleydanður dagur, har tey gulu bæði hoyrdust og sóust í høllini á Hálsi.

Tillukku dreingir og góða eydnu víðari.
Stream upptøkurnar av HSF heimasíðuni síggjast niðanfyri.