U8 byrja at venja í morgin

venjingartir003
Í morgin mikudagin 2. november byrja børn frá 2. flokki og niðureftir at venja hondbólt.
Venjingin byrjar klokkan 17:00 og varar ein tíma.
Vónandi síggja vit nógv børn til venjing.
Aðrar broytingar eru eisini gjørdar.
Gentur 14 venja nú mánadag 17:00-18:00 í staðin fyri týsdag.
Dreingir 14 venja nú týsdag 17:00-18:00 í staðin fyri mánadag. Eisini venja dreingir 14 nú ein tíma seinni enn vanligt mikudag, tvs. nú venja teir mikudag klokkan 16:00-17:00
Gentur 10 eru fluttar ein tíma fram mikudag, so tær nú venja 15:00-16:00

Vinarliga
Tjaldur