Í allan dag hava nógv lið hjá Tjaldur leikt dystir runt um í Føroyum.
Gentur 12 løgdu út við at leika tveir dystir í høllini á Eiði, og vunnu tær báðar dystirnar.
Á Giljanesi leiktu gentur 10 b og sjálvt um tær ikki vunnu nakran dyst, so var hetta ein læruríkur dagur fyri tær. Hetta var nemliga fyrstu fer tær spældu ein hondbóltsdyst.
Á miðdegi fór gentur 10 a so til Eiðis at spæla. Tær taptu eisini tepurt sínar dystir, men eisini her eru nógv spennandi talent, og við tí uppmøting og ágrýtni sum genturnar hava víst, so er eingin ivi um at Tjaldur kann fáa fleiri góðar leikarar burtur úr hesum gentum.
Í Klaksvík leiktu gentur 14 steypakapping. Her gekk ikki so væl, men alt botnar nokk í at okkara gentur spældu hondbólt fyri fyrstu fer í fjør, meðan nógvar av hinum gentunum hava leikt síðan tær vóru 7 ára gamlar.
Tjaldur hevur altíð havt ein sera góðan aldursbólk í dreingjum, og í ár leika hesir dreingir við dreingjum 14 ár. Teir leiktu steypakapping í Hoyvík og vunnu allar sínar dystir og vónandi koma hesir dreingir at leika væl til næstu kapping eisini, so vit møguliga kunnu hava eitt lið í dreingjum 14 við í steypafinaluni. Flott dreingir.
Komandi vikuskifti er tað so tey smáu sum skulu royna seg í steypakapping. Dreingir og gentur 10 og dreingir og gentur 12 skulu spæla steypakappingar ávíkavist á Eiði og í Hoyvík og tey 12 ára gomlu í Havn og Giljanesi.
Um foreldur ella avvarandi eiga myndir frá dystum hjá Tjaldur, eru tit vælkomin at senda tær til tjaldur@tjaldur.net.
Góða eydnu víðari.
Koyr á Tjaldur.