Fyrsta finalan millum Tjaldur og Stjørnuna var sera spennandi. Liðini skiftust um at vera á odda. Tjaldur var tað tó sum dróg longra stráið og fekk har við eitt gott útgangsstøði til seinna dystin. Hálvleiksstøðan var 11-12. Dysturin endaði 25-24. Tjaldur legði væl út í gjár, við at leggja seg á odda við tveimum málum […]
Fyrsta finalan
Fyrst í Runavík
Nú er avgjørt hvussu spælast skal í finalunum. Tjaldur tekur í fyrsta dystinum móti Stjørnuni í Runavík, hesin dysturin verður spældur mikudagin 08.04.2009 klokkan 19:00. Næsti dysturin verður í Klaksvík leygardagin 11.04.2009 klokkan 15:00 í KÍ høllini. Um neyðugt verður við einum triðja dysti, verður hann spældur í Klaksvík mánadagin 13.04.2009 klokkan 15:00. Orðingin í […]
Flúgvandi í finaluna
JAAAAAAAAAAAAAAA!! Vit eru í finaluni. Ikki kann sigast annað enn at Tjaldur gav Stjørnuni bank, eins og tær gjørdu síðsta vikuskifti móti VB. Adina kundi við góðari samvitsku kalla seg dagsins leikara í dag. Ikki færri enn 19 ferð sendi hon bóltin í kassan. Tá VB og Neistin so eisini samdust um ein javnleik, so […]
Síðsti heimadystur
Rumenskt stórspæl
Tjaldur gjørdi tað enn einafer. Tær vunnu trygt á VB. Hetta var samstundis ein sera umráðandi dystur fyri at røkka finalu plássinum. Adina og Alina vóru stórspælandi og skoraðu 25 av teimum 29 málunum. Dysturin endaði 21-29. Stjørnan er tryggja eitt pláss í finaluni, meðan Tjaldur, VB og Neistin berjast um seinna plássið. Á papírinum […]
Toppur og botnur
Tað var ikki sørt at man hevði hug at klípa seg í armin tá komið var til hálvleiks. Eftir fyrstu 30 minuttirnar var støðan 15-6 til StÍF. Líka mikið hvat Tjaldur gjørdi í fyrra hálvleiki, so fór bólturin ikki inn, meðan alt hjá StÍF riggaði. Møguliga var hatta tað sum vit kunnu vænta av StÍF […]
Sorl
Sum myndin vísir, so var ikki stórvegis skil á spælinum í dag. Nógvar vánaligar avleveringar, og nógvir bóltar endaðu við síðunar av málinum og harvið sum málkast. Skal nøkur niðurstøða gerast av dystinum, so má tað vera at Tjaldur vann 36-18, og hevur nógv at rætta uppá til týskvøldið. Hálvleiksstøðan í dystinum í dag var […]
Offdagur
Tað var ikki okkara dagur í dag. Nógvir persónligir feilir og lítil samanhangur í spælinum, gjørdu at Tjaldur í dag ikki fekk nakað stig í kappingini í oddinum. Neistin stressaði okkum allan dystin við teirra skjóta og kontra kenda hondbólti. Fyrri hálvleikur var alt annað enn góður fyri Tjaldur. Liðið byrjaði væl og var á […]
Einki brotið
Tað var ein dyggur smeitur fyri Tjaldur, tá Annika mátti út av vøllinum í steypafinaluni. Ein óheldig takling gjørdi at Annika dakk óheppið niður á økslina, og andlits úttrykkini vístu tíðiliga at hon fekk sera ilt. Fyri Tjaldur hevur Annika sera stóran týdning, og tí var tað ein lætti, tá tað var staðfest at einki […]