Sorl

tja-kynSum myndin vísir, so var ikki stórvegis skil á spælinum í dag. Nógvar vánaligar avleveringar, og nógvir bóltar endaðu við síðunar av málinum og harvið sum málkast.
Skal nøkur niðurstøða gerast av dystinum, so má tað vera at Tjaldur vann 36-18, og hevur nógv at rætta uppá til týskvøldið.
Hálvleiksstøðan í dystinum í dag var 14-7. Hetta lýsir rímuliga væl hvussu gongdin var. Hvørjafer Tjaldur skoraði tvey mál, skoraði Kyndil eitt. Um nakar hevði gjørt upp hvussu nógvar kjansir Tjaldur brendi, so fór nokk annar hvør bóltur viðsíðunar av málinum.
Tjaldur koyrdi uppá sama máta sum tær hava gjørt í alt ár. Sterkar í verjuni og so langt álop. Kyndil hinvegin royndi at koyra kontra álop, men einki riggaði.
Seinni hálvleikur var eitt kopi av fyrra. Lítið skipað spæl, men tá lá heldur betur fyri at skora. Seinni hálvleikur endaði 22-11. Samanlagt endaði dysturin also 36-18.
Dómarar til dystin vóru: Hanus Kúrberg og Thomas Juul
Málskorar hjá Tjaldur vóru:
Adina Petrea 10
Heidi Sevdal 8
Annika Thomsen og Alina Olaru 5
Benadikta Johannesen 4
Jacoba Langgaard 2
Elinbjørg Hammer og Mary-Ann Isaksen 1