Nú er avgjørt hvussu spælast skal í finalunum. Tjaldur tekur í fyrsta dystinum móti Stjørnuni í Runavík, hesin dysturin verður spældur mikudagin 08.04.2009 klokkan 19:00.
Næsti dysturin verður í Klaksvík leygardagin 11.04.2009 klokkan 15:00 í KÍ høllini.
Um neyðugt verður við einum triðja dysti, verður hann spældur í Klaksvík mánadagin 13.04.2009 klokkan 15:00.
Orðingin í lógini um finaludystirnar er soleiðis:
Orðingin í kappingartreytum “best av trimum dystum” merkir, at tveir dystir vera leiktir um stig, og geva teir báðir javnt stigatal,verður ein triði dystur leiktur, har ein vinnari skal finnast, um neyðugt við longdari leiktíð, sum í kappingarreglugerðini, stk 7.13. Tað liðið, sum hevur hægra plássið, hevur rætt til heimadyst í fyrsta og møguliga triðja dysti.
Orðingin í kappingartreytunum “liðið á ovasta plássi” merkir, tað liðið, ið hevur nátt besta pláss í kappingini.