Tað var ein dyggur smeitur fyri Tjaldur, tá Annika mátti út av vøllinum í steypafinaluni. Ein óheldig takling gjørdi at Annika dakk óheppið niður á økslina, og andlits úttrykkini vístu tíðiliga at hon fekk sera ilt.
Fyri Tjaldur hevur Annika sera stóran týdning, og tí var tað ein lætti, tá tað var staðfest at einki var brotið, men at tað “bert” var ein muskil í økslini sum var í klemmu.
Eftir hvat heimasíðan hevur fingið at vita, so skal Annika halda pausu í nakrar dagar, so kann hon aftur spakuliga byrja at venja við.
Sunnudagin kl 15:00 verður dystur í Runavík millum Tjaldur og Neistan.
Komið og stuðlið! Koyr á Tjaldur!