Tað var ikki sørt at man hevði hug at klípa seg í armin tá komið var til hálvleiks. Eftir fyrstu 30 minuttirnar var støðan 15-6 til StÍF. Líka mikið hvat Tjaldur gjørdi í fyrra hálvleiki, so fór bólturin ikki inn, meðan alt hjá StÍF riggaði. Møguliga var hatta tað sum vit kunnu vænta av StÍF í framtíðini.
Í seinna hálvleiki trumlaði Tjaldur so StÍF niður og kundu tær tað sama fingið tvey stig, heldur enn eitt.
StÍF vildi verðuliga vísa at tær ikki eru nakað verri enn Tjaldur og hini toppliðini. Fyrri hálvleikur man vera tað besta StÍF kvinnur hava spælt í ár, og av tí at alt riggaði hjá StÍF, fekk Tjaldur einki at rigga.
Ungu kvinnurnar á StÍF liðnum hava bjarta framtíð eingin ivi um tað.
Fyri okkum í Tjaldur er ikki nógv at skriva um fyrra hálvleik. Vit royndu at spæla fótbólt, men fingu einki at rigga.
Í seinna hálvleiki kom tó glið á frá fyrsta bríksli. Øll álop endaðu við at vit skoraðu og í hinum endanum tók Guðrun allar bóltar, sum nærkaðust málinum.
Men sum so ofta fyrr í hondbólti, so steðgar tað ofta upp tá man er komin fram ímóti at vera javnur. Eftir 15 minuttir av seinna hálvleiki vóru Tjaldurs kvinnur javnar við StÍF, men altíð kláraðu StÍF at svara aftur. Tískil fekk Tjaldur ikki meir enn eitt stig yvir umaftur fjørðin.
24-24 gjørdist endaliga úrslitið.
Dómarar til dystin í dag vóru enn einafer: Kristian og Karstin Joensen
Málini í dag skutu: Adina 8, Marinela 5, Jacoba 4, Annika 3, Alina 2, Heidi 1, Sarah-Ann 1