Sera spennandi finala

1.finala002
Fyrsta finalan millum Tjaldur og Stjørnuna var sera spennandi. Liðini skiftust um at vera á odda. Tjaldur var tað tó sum dróg longra stráið og fekk har við eitt gott útgangsstøði til seinna dystin.
Hálvleiksstøðan var 11-12. Dysturin endaði 25-24.
Tjaldur legði væl út í gjár, við at leggja seg á odda við tveimum málum 4-2, men sum so ofta fyrr, so steðgaði upp. Stjørnan fór at mansverja Adinu og hetta setti kílar í spælið hjá Tjaldur. Hesa løtuna stóð málmaðurin hjá Stjørnuni sera væl. Stjørnan fekk vent gongdini til 4-7.
Eftir hetta var dysturin rímuliga javnur. Bæði liðini gjørdu eitt hav av tekniskum feilum og hetta gjørdi at tað til tíðir var sera rótut spæl. Tá komi var til hálvleiks hevði Tjaldur tó heinta eitt sindur inn á Stjørnuna, so hálvleiksstøðan gjørdist 11-12.
Seinni hálvleikur byrjaði eins og fyrri við at Tjaldur stýrdi spælinum. 5 minuttir inn í seinna hálvleik var Tjaldur á odda 14-12 og hevði enn tá brent tvey straffir hesa løtuna. Restina av dystinum bylgjaði tað aftur og fram og tað, men Stjørnan kom ongantíð framum aftur í dystinum. Onkra løtu komu tær uppá javnt, men tað var eisini tað nærmasta.
At dysturin hevði týdning sást kanska best uttan fyri vøllin. Venjararnir hjá báðum liðum gingu uppí tingini við lív og sál. Gerter var sum ein ørn hvørjaferð okkurt eftir hansara tykki var dómt skeivt. Men í mun til steypafinaluna fyrr í ár, so lótu dómararnir Kári og Sámal ikki hetta fara óátal aftur við borðinum. Stutt inn í seinnahálvleik fekk Gerter gult kort, sum skuldi gjørt tað at hann kom niður á jørðina og hugsaði um sítt lið heldur enn um dømingina, men lítið hjálpti. Tá tað gekk upp fyri honum at Stjørnan helst fór at tapa dystin, gav hann aftur ilt av sær. Hetta gjørdi at bonkurin fekk tveir minuttir í teimum síðstu minuttunum. Tá fall korthúsið hjá Stjørnuni meir ella minni saman. Tær royndu at stríðast 4 ímóti 6 eina løtu, men Tjaldur stóð seg væl í verjuni.
Tjaldur vann dystin við 25-24 og hevur nú møguleikan at avgera FM finaluna longu leygardagin. Tann dysturin verður í KÍ høllini klokkan 15:00