JAAAAAAAAAAAAAAA!! Vit eru í finaluni.
Ikki kann sigast annað enn at Tjaldur gav Stjørnuni bank, eins og tær gjørdu síðsta vikuskifti móti VB.
Adina kundi við góðari samvitsku kalla seg dagsins leikara í dag. Ikki færri enn 19 ferð sendi hon bóltin í kassan.
Tá VB og Neistin so eisini samdust um ein javnleik, so var finaluplássið tryggja. Sonn frøði fyri bæði leikarar og viðhaldsfólk.
Tjaldur byrjaði dystin væl og lág allatíð á odda. Tá 20 minuttir vóru farnir av fyrrahálvleiki, var Tjaldur á odda við 11-10. Síðan fingu tær gongd á málskjótingina og vunnu seg upp á 17-11 tá 25 minuttir vóru farnir. Síðan átti Stjørnan tørn og tær minkaðu um munin so hálvleiksstøðan gjørdist 17-16.
Í seinnahálvleiki koyrdi Tjaldur maskinan aftur betri í byrjanini. Leiðslan øktist og skjótt kundi síggjast at hetta nokk ikki fór at gerast ein dramatiskur dystur. Til tað hevði Tjaldur alt for gott tak á Stjørnuni.
Endaliga úrslitið í dag gjørdist 35-29, og Tjaldur hevur tryggja sær pláss í finaluni.
Vónandi koma nógv fólk við til Havnar at stuðla komandi vikuskifti og ikki minst tá finalurnar móti Stjørnuni standa á skránni.
Finalan verður avgjørd sum best av 3 dystum. Um annað liðið ikki vinnur báðar teir fyrstu dystirnar verður triði og avgerandi dysturin í Klaksvík tí Stjørnan vann landskappingina.
Dómarar til dystin í dag vóru: Kári Hansen og Sámal ???
Málini hjá Tjaldur skutu: Adina Petrea 19, Annika Thomsen 7, Alina O. Angel 4, Elinbjørg Hammer og Sarah-Ann Thomsen 2 og Jacoba Langgaard 1.