Offdagur

tja-neiTað var ikki okkara dagur í dag. Nógvir persónligir feilir og lítil samanhangur í spælinum, gjørdu at Tjaldur í dag ikki fekk nakað stig í kappingini í oddinum. Neistin stressaði okkum allan dystin við teirra skjóta og kontra kenda hondbólti.
Fyrri hálvleikur var alt annað enn góður fyri Tjaldur. Liðið byrjaði væl og var á odda 7-4 tá 14 minuttir vóru farnir, men so kom stígur í, og Neistin tók yvir alt spælið. Tær koyrdu tempo-ið nógv upp, sum stressaði Tjaldur sera nógv. Hetta hevði við sær at Tjaldur bert skoraði eitt mál fram til hálvleiks, meðan Neistin fekk 8 mál. Úrslitið í hálvleikinum var tískil 8-12.
Seinni hálvleikur var næstan eitt kopi av fyrra hálvleiki. Tjaldur legði aftur nógv fyri beinanvegin, og fingu innheinta Neistan. Tá 7 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki førdi Tjaldur aftur 14-13, men so fór gassið úr ballónini aftur.
Endaliga úrsliti gjørdist 20-23
Málskjúttar hjá Tjaldur vóru: Adina 10, Annika 4, Elinbjørg, Alina og Marinela 2.
Dómarar til dystin í dag vóru: Kristian og Karstin Joensen