Tjaldur var undan dystinum í dag sera skert. Heidi Sevdal og Jóhanna í Króki høvdu karantenu og Sarah Ann Thomsen er langtíðar skødd. Harumframt vóru systrarnar Mary-Ann og Hanna sera upptiknar í gjár og í nátt, tá Mary-Ann giftist. Men tá harðast leikar á, stendur alt liðið sum ein eind og eisini systarnar vóru klárar […]
Fyrsti dystur í 2010
Sunnudagin spæla Tjaldur og Stjørnan í Runavík. Síðstu tríggjar dystirnar hevur Tjaldur eisini spælt móti Stjørnuni og hevur tapt allar dystirnar. Tískil er tað sera umráðandi at vit áskoðarar standa saman og stuðla liðnum. Dysturin sunnudagin byrjar klokkan 15:00 í høllini í Runavík. Koyr á Tjaldur!
Rís a la mande var gott
Tjaldur leikti í dag móti Stjørnuni í Klaksvík. Undan dystinum hevði Tjaldur ikki tapt nakran dyst og tískil var lagt upp til ein spennandi og væl leiktan dyst. Men tað er ein vandi í allari vælferð. Tjaldur tapti dystin 20-15. Hálvleiksstøðan var 10-8. Hvørki Stjørnan ella Tjaldur spældu væl, og fram til hálvleiks var einki […]
Tjaldur hølvaði VB
Í dag leikti Tjaldur dyst móti VB í høllini í Runavík. Hetta var ein dystur millum topp og botn, og sigast má at dysturin frá fyrsta bríksli var merktur av hesum. Eftir støðuna 2-2 fór Tjaldur frá VB og áðrenn langt um leingi var støðan 10-2. Eftir tað stýrdu tær dystinum og skiftu nógv út.Tískil […]
Sikkur sigur
Tjaldur spældi í dag móti Neistanum í høllini á Hálsi í Havn. Undan dystinum var rokna við einum tøttum og góðum dysti, men skjótt gjørdist greitt at Tjaldur var tað betra liðið og at vit helst fóru at koyra sigurin sikkurt heim. Tjaldur vann við 9 málum, 19-28. Toppskjútti í dystinum í dag var Adina […]
Kvinnur móti gentum
Stutt sagt var dysturin í dag meir ein spurningur um at lata ungu leikararnar fáa nakrar minuttir heldur enn at banka VÍF. Kvinnurnar hjá Tjaldur vóru fleiri klassar betri enn VÍF og hóast ungu genturnar hjá VÍF strýddust og vístu gott hondbóltsspæl, so vóru tær væl veikari og lættari enn okkara leikarar og tískil var […]
Tjaldur-VÍF
Enn ein sigur
Tjaldur leikti í kvøld móti Neistanum. Neistin lá undan dystinum í kvøld á triðja plássi og tískil vóru fleiri ið roknaðu við einum røttum toppdysti, men har fóru tey skeiv. Hóast eina sera trilvandi byrjan, so vístu kvinnurnar hjá Tjaldur at tað ikki bara er sum at siga tað at koma til Runavíkar at spæla. […]
Vunnu eisini á StÍF
Tjaldur leikti í gjár dyst í høllini á Skála. Undan dystinum var Tjaldur roknað fyri at vera favorittur, og hóast fyrri hálvleikur var javnur, so gjørdist endaliga støðan til ein greiðan 21-29 sigur til Tjaldur. Eins og so ofta fyrr, so var tað Adina Petrea sum gjørdist toppskjútti við 12 málum. Webmaster var ikki til […]
Avgreiðslu spurningur? Nei
Tjaldur vann í kvøld ein tryggan 30-25 sigur á Stjørnuni. Undan dystinum í kvøld høvdu bæði liðini vunnið allar sínar dystir og tískil var lagt upp til eina rætta topp uppgerð í Runavík. Karmarnir vóru eisini til ein góðan dyst. Høllin var full av fólki, sum allan dystin sótu og koyrdu á sítt lið. Dysturin […]