Kempaðu seg til eitt stig

20100110
Tjaldur var undan dystinum í dag sera skert. Heidi Sevdal og Jóhanna í Króki høvdu karantenu og Sarah Ann Thomsen er langtíðar skødd. Harumframt vóru systrarnar Mary-Ann og Hanna sera upptiknar í gjár og í nátt, tá Mary-Ann giftist. Men tá harðast leikar á, stendur alt liðið sum ein eind og eisini systarnar vóru klárar at geva Stjørnuni ein skarpan gang í dag, og tað fekk Stjørnan eisini.
Tjaldur kom væl frá byrjan, men sum fyrri hálvleikur leið, so fekk Stjørnan eina fýra máls leiðslu, sum eisini var munurin í hálvleikinum. Tjaldurskvinnur fullu tó ikki í fátt, men reistu seg verðuliga í seinna hálvleiki. Eina løtu var Tjaldur á odda við tveimum málum, men í síðsta enda var Tjaldur nøgt við ein javnleik.
Endaliga úrslitið gjørdist 23-23

Fyrrihálvleikur byrjaði væl fyri Tjaldur. Meðan Stjørnan tóktist at taka sær væl av útlendingunum hjá Tjaldur, var Benatikta púra óimponera og lat ongantíð Stjørnuna sleppa undan Tjaldrinum, og í verjuni vóru allar 100% klárar. Her kann nevnast at Hanna sum ikki er komin við fyrr enn nú í seinnu hálvu vísti sera klókt og kontant verjuspæl umframt sera góð skjót álop.

Nakað inn í fyrra hálvleik misti Tjaldur eitt sindur luftina og hetta revsaði Stjørnan við at leggja seg á oddað við 4 málum í hálvleiksteðginum.
Tá Tjaldur kom inn til seinna hálvleik vísti Tjaldur aftur sama stríðsvilja, tær høvdu ikki lagt kongin, og so hvørt sum hálvleikurin skreið fram kom Tjaldur nærri og nærri, og hetta gjørdi at Tjaldur eftir umleið 20 min, vóru 1-2 mál frammanfyri Stjørnuni, og síðstu 10 minuttirnir vóru ein gysari. Guðrun tók nógvar bóltar, og í hinum endanum gjørdi Tjaldur í meira lagi av tekniskum feilum. Í síðsta álopinum hjá Stjørnuni fór Tjaldur út at taka tær og tað eydnaðist so mikið væl at tá klokkan floytaði fyri seinastu fer átti Stjørnan eitt fríkast nakað uttanfyri tríggjarmeturin sum tær ikki skoraðu, tískil fekk Tjaldur ein væl uppibornan javnleik í Runavík í dag. 23-23.
Sera flott liðavrik og tillukku við brúðleypsdegnum Mary-Ann og Høgni.
Koyr á Tjaldur!