Rís a la mande var gott

adina-stj
Tjaldur leikti í dag móti Stjørnuni í Klaksvík. Undan dystinum hevði Tjaldur ikki tapt nakran dyst og tískil var lagt upp til ein spennandi og væl leiktan dyst. Men tað er ein vandi í allari vælferð. Tjaldur tapti dystin 20-15. Hálvleiksstøðan var 10-8.
Hvørki Stjørnan ella Tjaldur spældu væl, og fram til hálvleiks var einki sum týddi uppá at Tjaldur skuldi fáa bank.
Fyrri hálvleikur var rótutur og bæði liðini hugsaðu nógv um at verja. Tískil vóru fá mál tað fyrsta korterið. Spælið bylgjaði aftur og fram og sjálvdan var meir enn eitt mál á muni í dystinum. Móti endanum at fyrra hálvleiki fekk Stjørnan tó hálað seg frá og tískil vóru tær á odda 10-8 í hálvleikinum.
Í hálvleikinum høvdu vit áskoðarar møguleika til at keypa rís a la mande og kaffi og hetta skuldi vísa seg at vera hæddarpunktið í dystinum.
Seinni hálvleikur var frítt fall frá Tjaldur’sa síðu. Spælið hekk illa saman og so hvørt sum munurin vaks gjørdust leikararnir meir og meir frustreraðir. Býttar taklingar førdu til 2 minuttir útvísingar og sjálvdan lógu bóltarnir væl í uppspælinum, tískil gjørdist seinni hálvleikur eitt satt vónbrot.
Ein partur av at gera ítrótt er at tað bert er ein vinnari, og í dag var tað Stjørnan sum fult uppiborið vann dystin. Um jóltíðir fáa vit aftur tveir sera umráðandi dystir móti Stjørnuni, tá vera hálvfinalu dystirnir í steypakappingini spældir.
Koyr á Tjaldur!