Í dag leikti Tjaldur dyst móti VB í høllini í Runavík. Hetta var ein dystur millum topp og botn, og sigast má at dysturin frá fyrsta bríksli var merktur av hesum. Eftir støðuna 2-2 fór Tjaldur frá VB og áðrenn langt um leingi var støðan 10-2. Eftir tað stýrdu tær dystinum og skiftu nógv út.Tískil slapp VB eitt sindur viðaftur í dystin, men ongantíð komu tær nær uppá at hótta.
Móti endanum av dystinum setti Tjaldur aftur fer á og tá gjørdist munurin heili 20 mál.
Tjaldur vann dystin 39-19.