Stutt sagt var dysturin í dag meir ein spurningur um at lata ungu leikararnar fáa nakrar minuttir heldur enn at banka VÍF. Kvinnurnar hjá Tjaldur vóru fleiri klassar betri enn VÍF og hóast ungu genturnar hjá VÍF strýddust og vístu gott hondbóltsspæl, so vóru tær væl veikari og lættari enn okkara leikarar og tískil var trupult hjá teimum at sleppa framvið okkara verju. Hetta vóru kvinnur móti gentum.
Endaliga úrslitið gjørdist 37-25
Tjaldur byrjaði væl og legði seg beinanvegin fleiri mál fram um. Eftir lítlari løtu hevði Tjaldur fingið ein mun uppá eini 5-10 mál og kundi tískil “slappa av” restina av dystinum. Nógvar vánaligar avleveringar og nógvir óneyðugt brendir kjansir gjørdi at dysturin heldur ikki bleiv undirhaldandi uppá spælið.
Í seinna hálvleiki gjørdi Tjaldur nógvar útskiftingar, soleiðis at allar tær ungu genturnar sum vanliga ikki sleppa so nógv inn fingu nakrar minuttir í dag. Katrin Jacobsen kom í málið at standa eina løtu fyri Guðrun, Amy Streymoy kom inn á høgra vong at spæla fyri Elinbjørg og Kirstin Gaardbo kom inn fyri Amy seinni í dystinum. Benadikta Johannesen sum spældi rímuliga nógv síðsta kappingarár hevur ikki fingið serliga nógvar minuttir í ár, men tá hon í dag slapp inn á vinstra vong at spæla tók hon av kjansinum. Við avbjóðandi spæli og góðum uppspæli frá Adinu, fekk hon fleiri mál.
Leikararnir hjá Tjaldur í dag: Guðrun í Lágabø, Elinbjørg Hammer, Adina Petrea, Cornelia Rimbu, Annika Thomsen, Kafa, Jóhanna í Króki.
Tær sum byrjaðu á bonkinum: Jóhanna Hansen, Katrin Jacobsen, Kirstin Gaardbo, Mary Ann Isaksen, Benadikta Johannesen og Amy Streymoy
Næsti dystur hjá Tjaldur verður leygardagin 21.11 í høllini á Hálsi í Havn. Tá møta vit aftur Neistanum. Dysturin byrjar klokkan 13:30