Avgreiðslu spurningur? Nei

adina-stj
Tjaldur vann í kvøld ein tryggan 30-25 sigur á Stjørnuni. Undan dystinum í kvøld høvdu bæði liðini vunnið allar sínar dystir og tískil var lagt upp til eina rætta topp uppgerð í Runavík.
Karmarnir vóru eisini til ein góðan dyst. Høllin var full av fólki, sum allan dystin sótu og koyrdu á sítt lið.
Dysturin byrjaði væl fyri Tjaldur. Fyrstu løtuna lukkaðu tær totalt fyri í verjupartinum og skoraðu væl í hinum endanum. Tískil var støðan 4-1 áðrenn Stjørnan vaknaði við. Stjørnan tóku seg síðan saman og komu uppá javnt og stutt fyri hálvleik vóru Stjørnu kvinnurnar á odda. Men eftir nógv vánaligt álopsspæl fekk Tjaldur bart seg uppá javnleik beint áðrenn hálvleik. Hálvleiksstøðan var 13-13.
Stóran part av síðsta kappingarárið spældi Tjaldur eins og í kvøld. Tær byrja ofta væl, hava síðan eina down periodu mitt í hálvleikinum og vinda seg so uppaftur beint fyri hálvleik, soleiðis var eisini í kvøld.
Í seinna hálvleiki var tað leingi javnt millum liðini. Liðini skiftust um at liggja á odda, men um miðjan seinna hálvleik fekk Tjaldur veruliga tak á dystinum. Føroya besti málmaður, Guðrun í Lágabø, fann stórspælið fram og tá einki mál kemur í gjøgnum so blíva ofta mál skora í hinum endanum. Tjaldur setti seg á dystin og kom fram um við 5 málum.
Onkra løtu fekk Stjørnan minkað munin niður í 3 mál, men nærri komu tær ikki. Tjaldur vann ein tryggan 30-25 sigur á Stjørnuni í kvøld.
Málskjúttarnir í kvøld vóru: Adina 12, Cornelia 6, Cafa 4, Annika og Elinbjørg 3, Sarah Ann 2
Næsti dystur er 1. november, á Skála, móti StÍF.