Tjaldur spældi í dag móti Neistanum í høllini á Hálsi í Havn. Undan dystinum var rokna við einum tøttum og góðum dysti, men skjótt gjørdist greitt at Tjaldur var tað betra liðið og at vit helst fóru at koyra sigurin sikkurt heim. Tjaldur vann við 9 málum, 19-28. Toppskjútti í dystinum í dag var Adina Petrea við 12 málum.
Fyri stuttum spældi Tjaldur eisini dyst móti Neistanum og tá gjørdist eisini talan um stórsigur til Tjaldur.
Tjaldur byrjaði dystin eitt sindur “la la”, og fyrstu fimm minuttirnar fekk hvørgan av liðnum nakað mál. Síðan kom gongd á málskjótingina. Liðini fygdust rímuliga væl eina løtu, men tá Tjaldur um miðan fyrrahálvleik slapp fram um, var eingin vegur aftur hjá Neistanum, eina løtu í fyrrahálvleiki vóru sjey mál á muni. Hesin munur tørnaði tó nakað móti endanum av fyrra hálvleiki, so støðan í hálvleikinum var 10-14.
Tjaldur hevði nakað av nýggjum fólki við til dystin í dag. Guðrun, Marinela og Elinbjørg sótu uttanfyri og í teirra stað spældu Adela, Heidi Sevdal og Mary-Ann. Sarah-Ann gjørdist skødd í næst seinasta dystinum, og enn er ógreitt nær hon kemur viðaftur, í hennara stað er Jóhanna í Króki komin.
Júst Jóhanna hevði ein góðan dag í dag. Stórskjúttarnir hjá okkum Adina og Cornelia spældu fer eftir fer bóltin inn á strikuna til Jóhonnu og burtur úr hesum fekk Jóhanna seks mál.
Merkisvert var tað at seinnihálvleikur var 16 minuttir gamal áðrenn Neistin fekk sítt fyrsta mál í seinnahálvleiki.
Endaliga úrslitið gjørdist 19-28.
Málskjúttar í dystnum í dag vóru:
Adina 12, Cornelia 7, Jóhanna 6, Annika 2 og Heidi 1.
Leikararnir í dystinum í dag: Adela, Heidi, Annika, Adina, Cornelia, Jóhanna og Mary-Ann.