Enn ein sigur

adina-nei
Tjaldur leikti í kvøld móti Neistanum. Neistin lá undan dystinum í kvøld á triðja plássi og tískil vóru fleiri ið roknaðu við einum røttum toppdysti, men har fóru tey skeiv. Hóast eina sera trilvandi byrjan, so vístu kvinnurnar hjá Tjaldur at tað ikki bara er sum at siga tað at koma til Runavíkar at spæla. Eina løtu var Tjaldur á odda við 10 málum, men endaliga úrslitið gjørdist 25-20 til Tjaldur.
Undan dystinum í kvøld hevði Tjaldur aldri vunnið Neistan í bestu deildini. Síðsta ár vóru hesi lið sera jøvn og tað endaði við tveimum javnleikum og einum sigri til Neistan.
Í kvøld byrjaði Neistin væl betur. Tjaldur skeyt uppá mál í hvørjum álopið tær høvdu, men Fríða í Neista-málinum var hvørjafer har sum bólturin var. Hetta gav Neistanum møguleika fyri kontra álopum, og skjóti vongurin Unnur Danielsen fekk fleiri mál tað fyrstu løtuna.
Man hugsaði at hetta kanska fór at vera ein off dagur hjá Tjaldur, men sum tíðin gekk, so fekk Tjaldur betur og betur tak á dystinum. Guðrun, sum aldrin svíkur álitið í málinum, fekk tikið nakrar bóltar umframt at álopsspælið kom at koyra betur. Adina fekk fer á síni skot, og ikki bara vóru tey hart skotin, tey sótu eisini tætt uppi undir yvirleggjaranum ella heilt úti við stongina, uttan stórvegis møguleika hjá málmanninum at taka.
Hálvleiksstøðan var 14-6.
Í seinna hálvleiki stýrdi Tjaldur dystinum. Onkra løtu fingu Neista kvinnur hála eitt sindur inná, men nærri enn fimm mál komu tær aldrin. Endaliga úrslitið gjørdist 25-20.
Hetta hevur við sær at Tjaldur aftur er einsamalt á odda við 12 stigum fyri seks dystir. Stjørnan hevur 10 stig og Neistin 8 stig.
Næsti dystur hjá Tjaldur er móti VÍF í Runavík sunnudagin klokkan 15:00.
Komið og stuðlið! Koyr á Tjaldur!