February 26, 2010 Bogdan heldur fram í 2010/2011

Bogdan heldur fram í 2010/2011

Tjaldur skrivaði í gjárkvøldi undir nýggjan sáttmála við venjaran Bogdan Burcea, sum inniber at Bogdan eisini verður venjari hjá Tjaldur í kappingarárinum 2010/2011. Hetta er triðja árið Bogdan er í Tjaldur, og higartil hevur hann víst at hann hevur skil fyri spælinum. Undir leiðslu av Bogdan hevur Tjaldur fyrst vunnið næstbestu deildina so ruddiliga, og […]

Read more
February 24, 2010 Umbering til dómarafelagið og HSF

Umbering til dómarafelagið og HSF

Í greinini til dystin millum Tjaldur og VB í Runavík, hevur Hondbóltsfelagið Tjaldur lagt dómarafelagið og HSF undir at skíta á hondbóltin. Hetta vilja vit biðja orsaka, tí sjálvandi vilja bæði HSF og dómarafelagið føroyskum hondbólti alt tað besta. Tað vilja vit jú øll, sum á eina ella hátt eru knýtt at hondbóltinum. Heimasíðan tosaði […]

Read more
February 21, 2010

Hvar vóru dómararnir? (Rættað)

Hóast veðrið er alt annað enn gott í dag, so høvdu VB kvinnur kempað seg til Runavíkar at spæla dyst móti Tjaldur. Men hvar vóru dómararnir? Til hondbóltsdystirnar í bestu deildini hevur aðalfundurin hjá HSF viðtikið at BERT dómarar í eru góðkendir A-dómarapør skulu døma dystir í Sunset deildini. Men heldur ikki í dag var […]

Read more
February 14, 2010

    Tjaldur átti tvey lið í steypafinalunum sum vóru leiktar í Havn í dag. Bæði dreingir 10 og dreingir 12 høvdu spælt seg í finaluna. Finalan hjá dreingir 10 ár var millum Tjaldur og H71. Tjaldur fekk ongantíð ordiligt tak á dystinum. Serliga í byrjanini sá út til at dreingirnir vóru eitt sindur nervøsir […]

Read more
February 14, 2010

Tjaldur vann útsetta dystin móti VB

Tjaldur leikti í dag útsetta dystin móti VB. Undan dystinum høvdu øll hini liðini í Sunset deildini leikt 15 dystir. Meðan Tjaldur og VB høvdu leikt 14. Hetta komst av at hálvfinalurnar í steypakappingini vóru fluttar fram, soleiðis at fyrra hálvfinalan kom at liggja samstundis sum Tjaldur átti til Suðuroyar. Nú er dysturin so leiktur […]

Read more
February 12, 2010 Steypafinalurnar hjá yngru deildunum

Steypafinalurnar hjá yngru deildunum

Leygardagin vera finalurnar hjá teimum vaksnu í høllini á Hálsi í Havn. Til dystin hevur HSF lagt eitt serligt gólv á verandi gólv í høllini. Hetta er eitt altjóða góðkent gólv. Í fjør vóru tað Tjaldur og Stjørnan sum leiktu á hesum gólvi í steypafinaluni, men í ár vera tað so Stjørnan og VÍF. Eisini […]

Read more
February 7, 2010

Sløsut spæl, men ein sigur

Tjaldur spældi í dag dyst móti VÍF. Dysturin var ein uppgerð millum topp og botn í Sunset-deildini. Hetta vístu bæði úrslit og spæl eisini. Tjaldur kom á vøllin við høvdinum undir arminum og tað gekk ein góð løta áðrenn tær fingu skil á spælið og fingu sett seg á dystin. Hálvleiksstøðan var 20-14 og Tjaldur […]

Read more
February 1, 2010

Ongantíð nakar ivi

Sunset liðið hjá Tjaldur spældi í gjár dyst móti Neistanum. Neistin hevur ikki havt eitt gott kappingarár og longu tíðliga í dystinum sást at tær ikki kláraðu at standa í móti Tjaldrinum. Í hálvleikinum var støðan 9-18, og í seinna hálvleiki skifti Tjaldur út, so teir ungu leikararnir sluppu at spæla, hetta ávirkaði ikki dystin […]

Read more
January 11, 2010

Bert ein leikara á landsliðnum

Landsliðsvenjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum hevur í dag kunngjørt hvørjar 28 leikarar hann metur hava støði til at vera við føroyska kvinnulandsliðnum. Tjaldur eigur bert ein leikara av hesum og er tað Guðrun í Lágabø, sum alt síðsta ár var besti málmaður í føroysku kappingini. Annars hevur landsliðsvenjarin tikið hesar leikarar út til ein bruttohóp: Málverjar: […]

Read more